Liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm leikti í dag heimadyst móti Sirius úr Uppsala á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi.
Tað eydnaðist AIK Stockholm at vinna dystin 2-1.
Tað var annars útiliðið, ið legði seg á odda 1-0 við einum sjálvmáli seks minuttir undan steðginum. Men upp á tríggjar gyltar minuttir fekk AIK vent 0-1 til 2-1.
Í 59. minutti javnaði norski áleyparin, Erik Flataker til 1-1. Tríggjar minuttir seinni skoraði miðvallarin, Abdihakim Ali sigursmálið, og so kundi heimafjøldin stórfegnast.
AIK Stockholm er triðfremst í bestu svensku fótbóltsdeildini - Allsvenskuni - við 40 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri Hammarby, og tvey stig frammanfyri Malmö FF og IFK Göteborg. Kappingin um evropeisku plássini er beinhørð.
Sensasjónsliðið, ið ongantíð áður hevur vunnið svenska meistaraheitið, Mjällby er langt fremst við 53 stigum.
Mánakvøldið 15. september hevur AIK aftur heimadyst. Tá verður grannauppgerð móti Brommapojkarna á skránni.