Avreiðingarprísurin kann hækka 4-5 krónur fyri kilo

? Tað ber væl til at fáa nógv meiri burturúr fiskinum, enn vit fáa nú. Ganga vit nýggjar leiðir, ber tað til hækka avreiðingarprísin einar 4-5 krónur fyri kilo. Men tað krevur, at vit fáa fleiri fólk við útbúgvingum. Tí vitan er ein av okkara størstu trotvørum, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur

?Tað ber væl til at menna tað føroysku fiskivinnuna munandi.

?Men tað krevur sjálvandi, at vit hava hugsjónir og at vit tora at bróta upp úr nýggjum.

Hetta sigur Egil Olsen, stjóri á Sandoy Seafood.

Umframt útbúgving sum fiskivinnufrøðingur, hevur hann eisini 10 ára drúgvar royndir í føroyskari fiskivinnu, fyrst sum stjóri á Norðís á Eiði, síðani sum stjóri á Tvøroyrar Flakavirki og aftaná tað, leiðari hjá Føroya Fiskavirking, áðrenn hann, saman við øðrum, stovnaði Delta Seafood á Tvøroryri, sum aftur stovnaði Sandoy Seafood.


Helvtin av fiskinum fyri skeytið

Og hann ivast ikki í, at tað eru møguleikar at menna føroysku fiskivinnuni munandi.

? Tann fyrsti møguleikin, eg hugsi um, er at fáa størri nyttu burturúr tí fiskinum, sum er, og sum verður avreiddur.

? Veruleikin er, at helvtin av fiskinum hevur púra onki virði, tvørturímóti eru tað enntá virki, sum noyðast at gjalda fyri at sleppa av við tað.

Tað, um hann hugsar um er slógvið, livur og aðrar innvølir.

Hann vísir m.a. á, at bæði íslendingar og norðmenn fáa rættiliga nógv burturúr slíkari hjáframleiðslu.

?Íslendingar, eru eitt nú farnir at turka høvd og at gera ymsar saltaðar vørur burturúr.

? Tað er eisini stórt virði í innvølunum.

?Eitt nú vita vit, at norðmenn fáa rættiliga nógv burturúr at gera hávirkað lýsi og enzym burturúr slógvi.

? Hetta eru vørur, sum m.a. verða brúkt í matvøruídnaðinum og heilivágsídnaðinum.

Egil Olsen nevnir, at nýliga er eitt virki bygt í norðurnoregi fyri 70 milliónir, bara til at gagnnýta slógv og tað, sum vit kalla burturkast.

Harumframt eru tað fleiri onnur virki, sum bara virka slógv og annað, sum fyrr hevur verið tveitt burtur.

Egil Olsen sigur, at tað eru stórir møguleikar í slógvinum.

Afturat slógvinum frá tí ?vanliga? fiskinum, er eisini nógv slógv frá laksi, sum eisini kann brúkast til sama endamál.


Kann hækka 4-5 krónur kilo

Egil Olsen sigur, at megna vit at fáa meiri burturúr eini hjáframleiðslu, hevði tað eisini økt munandi um kappingarførið hjá fiskivinnuni.

? Og tað kappingarførið kann t.d. brúkast til at fáa fatur á tí fiskinum, sum nú fer óvirkaður av landinum.

Hann nevnir dømi úr Noregi, at tað fer stóran týdning fyri avreiðingarprísin, um hjáframleiðslan verður gagnnýtt.

? Norðmenn vænta, at verður hjáframleiðslan gagnnýtt, fer tað at merkja, at avreiðingarprísurin kann hækka einar 4-5 krónur, tey næstu átta-tíggju árini sigur hann.

?Bróta vit upp um armar, hava vit somu møguleikar í Føroyum, sigur Egil Olsen.

? Norðmenn vænta eisini, at virðisøkingin burturúr slíkari hjáframleiðslu fer at verða ein milliard í Noregi um tvey ár.


Krevur nýhugsan

Men fiskivinnufrøðingurin sigur, at skal nakað slíkt verða veruleiki í Føroyum, krevst nýhugsan.

?Tað krevst, at fólk trúgva uppá tað og fáa onnur at trúgva uppá tað. Og tað krevur pening. Tað krevur samstarv. Men ikki minst krevur tað vitan.

? Vit hava bæði rávøruna og fólkið.

? Men vitanina, hana mangla vit.


Stórir møguleikar í laksi

Stjórin á Sandoy Seafood ivast heldur ikki í, at tað eru stórur møguleikar at fáa meiri fyri laksin.

? Nógv tann størsti parturin av laksinum, sum vit útflyta er heilur laksur, kanska 70-80%.

?Metingar siga, at um fá ár fara vit at útflyta eini 50.000 tons av laksi, um alt gongst sum ætlað.

? Sjálvsagt eru veldugir møguleikar fyri virðisøking tí.

Hann vísir á, at tað er stór avlopsorka á virkjunum, sum eru, og hon kundi verið brúkt til at skera laks til flak og annað.

? Tað eigur at bera til at fáa nyttu burturúr framleiðsluorkuni, sum er til avlops á føroysku virkjunum

? Í Noregi verður alsamt størri partur av útflutninginum av alifiski tað sama, sum vanliga verður gjørt við tosk, tvs, fesk fløk og aðrar virkaðar vørur.

Egil Olsen væntar, at gongdin við laksinum verður tann sama, sum gongdin við kongafiskinum.

?Í fyrstuni útfluttu vit hann heilan, so fóru vit at útflyta fryst fløk og at enda fesk fløk.


Gransking og útbúgving

Men Egil Olsen sigur, at skulu vit yvirhøvur gera okkum vónir um at menna okkara fiskivinnu munandi, er tað avgjørt neyðugt at leggja størri dent á útbúgvingar og gransking.

?Tað er ótrúligt at hugsa sær, at vit, sum eru ein fiskivinnutjóð, ikki hava nakað sum eitur matvørugransking í Føroyum.

? Nógv verður tosað um vørumenning. Men tað er ongin gransking av nøkrum sum helst slag.

? Ongin granskar og kannar, hvørjar vørur, vit skulu leggja dent á Og ongin granskar, hvat vit kunnu gera, fyri at fáa meiri burturúr tí, sum vit hava.

? Vit gera nógva havrannsóknir og fiskirannsóknir.

? Og tað skulu vit sjálvandi. Men tað er yvirhøvur ongin gransking í hinum endanum fyri at finna fram til, hvat vit kunnu fáa burtur tí, vit hava.

? Bæði í Íslandi og í Noregi eru heilir stovnar, sum onki annað hava at gera, uttan at granska, hvussu teir kunun fáa meiri burturúr rávøruni.

? Í Føroyum gera vit onki, uttan at gera sum hini.

?Men tá eru hini longu komin eitt stig lonri framá.

? Tí halta føroyingar alla tíðina aftaná.

Hetta heldur Egil Olsen er ein ógvuliga stórur trupulleiki.

?Tíverri hava vit alt ov fá fólk við høgum útbúgvingum í føroysku fiskivinnuni.

? Og tað krevst fyri at koma framá. Tí skulu vit vinna framá, er tað neyðugt at hava hugsjónir um at gera annað enn bara tað, sum vit altíð hava gjørt.

? Tað er ilt at siga, hví tað er ein trupulleiki.

? Men ein orsøk kann vera, at tey ungu fara av landinum, mest til Danmarkar, at fáa sær eina útbúgving, sum er skræddaraseymað til donsk viðurskifti.

? Og tað er ikki vist, at tann útbúgvingin hóskar til føroysk viðurskifti.

? So fáa tey ikki eitt starv í Føroyum, sum hóskar til teirra útbúgving, blíva tey verandi uttanlands.

? Ella eisini koma tey heim til Føroyar í eitt alment starv.

?Og har meini eg, at tey fánað spakuliga burtur, tí tær veruligu avbjóðingarnar eru alt ov fáar.

Egil Olsen sigur, at tað átti at verið ein treyt hjá teimum, sum fingu alment starv, at tey eisini skuldu gjørt ávísar uppgávur fyri vinnulívið, ella arbeitt fyri vinnulívið ein part av tíðini.

? Hetta hevði givið teimum nógv størri avbjóðingar og gjørt, at teirra heilakapasitetur verður hildin viðlíkað og mentur

? Tað er ein trupulleiki, at øll heilaorkan í Føroyum er savnað hjá tí almenna.

? Har skulu vit sjálvsagt eisini hava gott fólk. Men tey høvdu gjørt nógv størri samfelagsliga nyttu, um tey arbeiddu meiri fyri at menna vinnulívið.

? At vit eiga tey røttu fólkini ivist eg ikki í. Tí tað, tey avrika er á høgum, professionellum støði. Tey eru bara skeivt plaserað í samfelagnum, til at vit fáa fulla nyttu burturúr teimum.

? Tað verður eisini neyðugt at føroyingar fáa sær útbúgvingar, sum hóska til føroyskt vinnulív.


Sveinabræv á flakavirki

Annars heldur hann, at vit eisini eiga at útbúgva tey fólkini betri, sum arbeiða á fiskavirkjum.

? Fiskaarbeiði er ótrúliga lágt í metum. Tað er mangan bara eitt arbeiði, sum fólk taka á seg tá ið tey einki annað fáa. Ella ungdómar fara í fisk eitt ár, áðrenn tey fara at ganga í skúla.

? Fólk halda, at tað fiskaarbeiðið hevur onki uppá seg.

?Onki er meiri skeivt enn tað, tí gott fólk er ein avgerandi fortreyt fyri vinnuni.

? Og kemur ikki broyting í her, spyrst aldrin nakað gott úrslit burturúr í longdini.

Egil Olsen sigur, at hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum áttu at tikið upp.

Hann heldur, at tað er neyðugt at skapa virðing fyri fiskaarbeiði.

? Tað kundi t.d. verið gjørt við, at fólk, sum arbeiða á fiskavirki, byrjaðu sum lærlingar, men blivu faklærd og fingu sveinabræv, tá ið tey høvdu verið eina tíð.

?Við sveinabrævinum skal sjálvandi meiri løn fylgja við.

? Í løtunu fær ein skúlaungdómur, sum ongantíð hevur sæð fisk fyrr, somu løn, sum ein garvað flakakona, sum hevur arbeitt í 20 ár, hóast øll vita, at tað tey kunnu ikki avrikað tað sama.

Egil Olsen sigur, at tað undrar hann stórliga, at hetta ikki hevur verið eitt mál, sum er tikið fram í sáttmálasamráðingum ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløgini.

? Fáa vit ikki lyft fiskaarbeiðið upp á eitt hægri støði, verður arbeiðsmegin alt ov óstøðug til, at nakað veruliga gott kann spyrjast burturúr.

Egil Olsen sigur, at ein sveinabræv, sum vísti, at hann ella hon dugir tað og tað, mátti eisini verið eitt gott ummæli at havt við sær.