Orð og myndir:
Dagfinn Olsen
- Eg má siga, at eg havi havt eitt gott lív, hóast eg gjørdist einkja á ungum árum. Maðurin doyði í 1972, tá var hann 59 ára gamal. Men børnini vóru tilkomin tá, sigur Anna Petersen úr Vági, ið rundar 85 ár í januar, hevur hon lív og heilsuna.
Og heilsuni hevur ikki bilað. Hóast Anna skjótt rundar 85, so passar hon húsini innan og uttan, og hon tekur lut í virkseminum hjá pensjonistunum og so ferðast hon eisini nógv.
Út at tæna
- Eg havi verið húsmóðir, sigur Anna. Tá maðurin doyði, var hon tó eina tíð á flakavirkinum
-Tá eg var ung, fór eg fyrst til Havnar at tæna. Hetta var uppi í Hoydølum hjá dr. Lynge. Tá var eingin vegur niðan til Hoydalar. Seinastu húsini, vit fóru frá á veg niðan, var hjá Trónd Hansen í Gundadali. Síðani var einki, fyrr enn tey lítlu hvítu húsini við urtagarðinum, ikki eingang fabrikkin á Hálsi. Har var eg í 3 ár. Eg fór norð í 1932, sigur Anna Petersen.
- Síðani fór eg niður til Danmarkar, har tænti eg úti í Gentofte. Tað hevur verið í 1935. Eg var har í 4 ár og kom so heim aftur. Eg ætlaði bert at hava frí, men so gekk øðrvísi. Vit giftust og nógv var at taka hond í heima, sigur Anna.
Fyrst búðu vit niðri hjá foreldrunum hjá mær. Seinni fluttu vit niðan her at búgva, men vit vóru ikki so nógv í húsunum hjá okkum, tí foreldrini gjørdust so veik, so eg mátti ganga ímillum. Onkutíð flutti eg oman til teirra og var har í eitt ár og onkutíð í tvey ár. Tá maðurin doyði, hevði eg verið har í 5 ár. Og tá segði eg við mammu, at fór eg ikki niðan aftur í húsini tá, so fór eg ongantíð, greiðir Anna frá.
Síðani flutti Anna og mamman niðan í húsini, tí annað var ikki hjá mammuni at gera, enn at fylgja við.
- Hon hevði ongan annan møguleika og ein tók sær jú av foreldrunum, sjálvandi, sigur Anna, og leggur afturat, at viðurskiftini vóru øðrvísi enn í dag.
Ongan heilivág
Mamman gjørdist gomul. Hon nærkaðist teimum 100 árunum. Tveir mánaðir væntaðu í, til hon gjørdist 99 og bert tey seinastu árini var hon á røktarheimi, tí Anna ikki orkaði meira at vera um hana.
- Hon var klár næstan alla tíðina. Síðani er tíðin gingin og ein fekk børn, ommubørn og nú eisini langommubørn, ið ein er glaður fyri, sigur Anna, ið eigur 5 børn, 2 dreingir og 3 gentur.
Anna heldur, at hetta við at børn taka sær av foreldrunum, er nógv broytt. Sjálv tók hon tað sum eina sjálvfylgju, at hon tók sær av foreldrum sínum og annar møguleiki var heldur ikki.
- Nú er tað næstan sum ein plága, tá fólk gerast gomul. Men tað er eisini sera ymiskt, hvussu tað er at gerast gamal. Summi eru røsk og løtt á sær, meðan onnur hava heilsubrek. Eg má siga, at Harrin hevur givið mær sera góða heilsu, og eg haldi ikki skilinum bilar nakað enn, sigur Anna, ið ikki tekur stórvegis heilivág, bert tvær kálktablettir um dagin.
Anna situr sjálv í húsunum og tað dámar henni væl. Sjálv hevði hon ikki viljað farið á heim ella líknandi, sum støðan er nú. Hon fegnast tó um, at tey í Vági byggja eldrasambýli, tí nógv eru, ið treingja hjálp og sum sita einsmøll.
Ikki biðið røktarpláss
- Eg helt ongantíð, at tað var ein byrða, tá eg tók mær av foreldrunum, men alt er so øðrvísi í dag, heldur Anna og leggur afturat, at eingi røktarheim vóru tá. Hon fegnast tó um, at heim eru komin og at fólk hava møguleika at fáa heimahjálp. Sjálv hevur hon tó ongantíð havt heimahjálp og hon hevur ikki biðið sær pláss á nøkrum røktarheimi.
Hon metir ikki, at einum nýtist at vera øðrum til byrði í dag, tí so nógv hjálp er at fáa hjá teimum, ið ikki klára seg. Ein kann helst ikki krevja, at familjan traðkar til, tá okkurt er, men er okkurt áfatt, so er tað rímuligt.
- Fyri stuttum fór fótur mín skeivur. Tá gingu tey inn at hyggja til mín og hjálpa. Tey komu sjálvi, men ein kann ikki krevja tað. Men vit hava altíð havt tað so, at tá onkur treingir, so vil ein fegin hjálpa, sigur Anna.
Hon fær krígspensjón eftir mannin og ynskir ikki meira hjálp frá almennari síðu og skal okkurt gerast, so vil Anna sjálv sleppa at gjalda, men hon heldur tó, at tað helst eru tey, ið hava tørv á almennari hjálp.
Opin
Anna er prátingarsom og hevur ikki trupult við at koma í samband við fólk, yngri og eldri.
- Eg komi saman við bæði yngri og eldri og eri ein teirra, ið práti við fólk. Eg plagi at siga, at hvør bilstjóri veitrar til mín og eg veitri aftur, um eg so kenni ella ikki, skemtar Anna.
- Um ein orkar, so eigur ein ikki at seta seg í ein stól og siga, at ein orkar ikki. Eg gangi nógv, ofta langar túrar, tá veðrið er gott. Eisini gangi eg hvørt ørindi sjálv. At ein hevur lætt sinnalag hevur eisini nógv at siga. Eg havi altíð verið opin og havi prátað við fólk, sigur Anna, ið hevur gingið á kvøldskúla í mong ár.
- Eg havi gingið í kvøldskúla í nógv ár og til dagin í dag. Hvussu verður veit eg ikki. Eg havi vevað, seymað lampuskermar og gingið til ítriv, sigur Anna.
- Tað verður so ofta sagt, at einki verður gjørt fyri tey gomlu. Eg má siga sum er, at her í Vági hava vit dagtilhald frá september til mai. Hetta er tvær ferðir um vikuna og eg havi altíð gingið har. Frá klokkan 15 til 18 kann ein práta, drekka kaffi, spæla sjavs ella hvat ein hevur hug til, sigur Anna.
Eisini pensjonistar hittast eina ferð um mánaðin og har er Anna eisini við.
- Har er hugnaligt. Vit drekka kaffi, hava stokkar við og koma at kennast. Eisini er bingo einaferð um mánaðin og tað er einasta bingo eg gangi á, sigur Anna, ið eisini minnir á árligu uttanlandsferðina hjá pensjonistunum.
- Vit eru uttanlands hvørt ár. Í ár vóru vit 6 úr Vági og tað var góður túrur í Noreg, sigur Anna, sum í ár eisini hevur verið í Sveis saman við systrini og vitjað eina systirdóttir, ið er gift donskum tannlækna.
Tey vóru tætt við Liechtenstein, og har vóru tey ein biltúr og hetta var eitt upplivilsi, metir Anna, at síggja kavan, hotellini, har tey ríku standa á skí og eisini sóu tey har, hvussu alt var eitt blómuhav.
- Ein upplivir eitt sindur, hóast ein er gamal, smílist Anna, sum eisini steðgaði á í Keypmannahavn, har hon eigur eina dóttur og 5 ommudøtur. Í alt eigur Anna 12 ommubørn og 7 langommubørn..
Anna og systirin vóru eisini við fótbóltslandsliðnum í Prag og hetta, meta tær, var ein sera góður túr. Anna heldur, at hevði hon ikki havt ferðast so nógv í ár, so hevði hon farið við aftur nú.
At ferðast er ikki ókent fyri Onnu. 80 ára føðingardag sín helt hon á Sjópavilonini í Keypmannahavn og síðani gekk leiðin til Teneriffa. Hon hevur eisini verið á Rhodos.
Lívsgleðin
- Lívsgleðin hevur nógv at týða. At ein vaknar glaður og er glaður fyri lívið hevur alt at siga, tá ein verður gamal og ein eigur ikki at stúra fyri degnum í morgin, heldur Anna, sum ikki heldur tað vera gott fyri heilsuna at sita og grenja.
Anna metir onga orsøk vera fyri at óttast framtíðina. Bæði Anna og systir hennara hava lætt sinnalag og hava ikki fyri at stúra fyri degnum í morgin.
Hon hevur ikki trupulleikar við at fáa tíðina at ganga, hóast hon situr einsamøll í húsunum.
- Eg siti ofta við stokkum, sigur Anna. Eyguni bila ikki, men hon hoyrir ikki so væl, men tó er ikki so galið, at tað nervar Onnu stórvegis.
Anna metir, at fólk sum heild eru blíð við hana og eisini ungdómin hevur hon alt gott at siga um í so máta. Hon heldur tó, at tað kundi verið lurtað meira eftir eldri fólki.
- Øll hava sítt og lurta ikki. Øll vilja hava sína meining, heldur Anna, sum ikki heldur so stóran mun vera hesum viðvíkjandi fyrr og nú.
- Tey eldru fyrr vóru kanska meira negativ, enn í dag, tí í dag eru eldri fólk kanska meira opin, metir Anna.
Ikki seta seg inni
Anna er byrg og passar húsini bæði innan og uttan og tað ætlar hon sær at halda fram við so leingi hon situr í húsunum og so leingi hon orkar. Húsini eru stór og vakurt og reint er inni, og Anna vísir fegin húsini og kamarið, har bróðurin, Eivind Wilhelm, sáli, plagdi at gista. Tann dagin vit vitjaðu Onnu, hevði hon vitjan av systir síni, Masu Olsen, ið býr í Rituvík.
Onnu Petersen dámar væl lívið sum pensjonistur og hon heitir á fleiri, um at taka lut í tiltøkum, ið eru, tí at seta seg inni metir hon ikki kann vera gott.
- Men tað er sinnalagið, ið er avgerandi og vit eru øll so ymisk. Men Harrin hevur verið góður við okkum og vit hava nógv at takka fyri, sigur Anna, sum í stovuni hevur myndir av familjuni, hóast, sum hon sigur, tað ikki júst er nýmótans at hava allar myndirnar á vegginum, men tær vil hon hava so leingi, hon er í húsinum.