Avgerðin, um hvør skal vinna FM og harvið fáa milliónina frá UEFA, varð tikin av dagsskránni sunnudagin. Hon verður aftur á skránni leygardagin, og tá skal avgerðin fella.
Klaksvíkingar eru framvegis besta boðið upp á FM heitið, men tey bæði liðini, sum undan seytjanda umfarinum á pappírinum høvdu møguleikar, eru framvegis við í kappingini. GÍ og B36 vunnu sínar dystir, og tað vil siga, at teirra møguleiki nú er betri, enn hann var undan vikuskiftinum.
Síðsta týsdag skrivaðu vit, at KÍ hevur ikki vunnið FM heitið á heimavølli síðani 1969, tá teir í næstsíðsta umfarinum vunnu 4?3 á HB, eftir at støðan hevði verið 4?0 (tað var ta ferðina, at Niels Juul Arge, sáli, helt fyri, at hóast tað bara vóru fimm minuttir eftir at spæla, so áttu tey, sum nú komu til fótbóltsdyst í Klaksvík, at goldið hundrað krónur, so spennandi helt hann tað vera).
Avgerðin, um teir skulu vinna fyrsta meistaraskapin á heimavølli í tríati ár, hin seytjanda í alt og greipuna fyri aðru ferð og fyrstu ferð í 32 ár, liggur framvegis í hondunum á klaksvíkingum, og tað má framvegis metast, at KÍ er besta boðið uppá FM heitið. Móstøðuliðið í síðsta umfarinum verður ikki av sama formati, sum tað var sunnudagin, men skal tað eydnast hjá klaksvíkingum, so skal hugburðurin og fokus, sum venjarin plagar at taka til, vera heilt øðrvísi, enn avrikið móti B36 vísti.
Kollektiv fleingja
Tað kemur sjáldan fyri, og kanska er tað ongantíð komið fyri áður, at eitt lið hevur havt so nógvar áskoðarar við til dyst á útivølli, sum KÍ hevði sunnudagin. Einir fimtan hundrað norðoyingar vildu vera við til at vinna FM, og tá tað als ikki eydnaðist, so kunnu vit ikki siga annað, enn at B36 gav eina felags fleingju til fimtan hundrað norðoyingar!
Fýrverk, sjampanja og alt annað, sum hoyrir til, tá meistaraskapur skal haldast, kom ongantíð fram í ljósið henda góðveðursdagin, og tær neglirnar hjá KÍ viðhaldsfólkum, sum ikki longu eru komnar niður um rótina, fara ivaleyst hesar næstu dagarnar at fáa av at vita.
At FM heitið ikki kom til høldar hesa ferð kann fara at vísa seg sum ein fíggjarlig inntøka hjá KÍ, tí nú verður spenningurin og harvið áhugin fyri uppgerðini móti fuglfirðingum størri, enn hann annars hevði verið.
Hinir møguleikarnir
Tey somu fýra liðini, sum vóru fremst í fjør, verða aftur fremst í ár, men HB, sum kann kalla seg meistaralið til komandi leygardag, hevur ongan møguleika at vinna FM.
Kappingin hjá teimum snýr seg um næstfremsta plássið, men teir skulu hava hjálp frá B68 og B71 fyri at røkka so langt. HB hevur møguleikan fyri UEFA Cup plássi, men alt bendir á, at teir mugu taka til takka við Intertoto Cup í ár 2000.
GÍ er næstbesta boðið uppá FM heitið. Teir vóru við einum meiri ella minni hálvum liði í Fuglafirði, og tað eydnaðist teimum væl og virðiliga at fáa øll stigini. GÍ er tvey stig aftanfyri KÍ, og møguleikin hjá gøtumonnum er, at fuglfirðingar fáa stig í Klaksvík. Um ÍF vinnur á KÍ, so er GÍ meistari, um teir á heimavølli basa toftamonnum. Um tað verður javnleikur millum KÍ og ÍF, og GÍ vinnur móti B68, so fer at standa á jøvnum í stigum millum KÍ og GÍ, men málmunurin hjá gøtumonnum fer at gera teir til meistarar. GÍ hevur pluss nítjan í málum, meðan KÍ hevur pluss sekstan.
B36 hevur framvegis møguleikan at vinna FM heitið, men hann er meiri at kalla mikroskopiskur. Avrikið móti klaksvíkingum var einum meistaraliði verdugt, og um teir í B36 í hesi vikuni iðra seg uppaftur meiri, enn teir hava gjørt undanfarnu vikurnar, um, at teir so at siga søplaðu tvey stig burtur á Sandi, taptu móti HB og ? ikki minst ? bara greiddu javnleik í Gøtu, so er tað væl skiljandi.
Møguleikin hjá B36 at gerast meistari er fyrst og fremst treytaður av, at teir vinna í Runavík og av at KÍ ikki fær stig í Klaksvík. Um GÍ ikki vinnur móti B68, so fer B36 framum teir og vinnur FM heitið. Hetta kann alt koma fyri, men tað tykist ikki serliga sannførandi.
Lítil úrtøka
NSÍ, B68 og VB kunnu hvørki vinna skreyt ella flyta niður. Gongdin hjá vágbingum hevur verið ólík henni hjá skálafjarðarliðunum, sum tað hevur skorist sera illa hjá tey nógvu síðstu umførini. Um tað vil væl við hjá VB, sum leingi var illa hótt av niðurflyting, so kunnu teir við sigri á Sumba í síðsta umfarinum svinga seg heilt upp á eitt fimta pláss.
Sumbingar eru framvegis besta boðið uppá beinleiðis niðurflytingina. Tað er stórur munur á úrtøkuni, sum fæst úr javnleikum og sigrum, og hetta hava sumbingar kent sviðan av. Javnleikurin móti NSÍ var tann fjórði á heimavølli, og sunnudagin stóðst javnleikurin, sum teir fleiri ferðir fyrr í ár hava gjørt, av, at sumbingar mistu leiðsluna og harvið tvey stig, sum komandi leygardag kunnu fara at vísa seg at hava verið munurin millum 1. og 2. deild.
At ÍF tapti stórt móti GÍ, meðan Sumba megnaði javnleik móti NSÍ, ger, at sumbingar hava betri málmun enn ÍF, og tað kann gerast týdningarmikið, um ÍF megnar javnleik í Klaksvík, meðan Sumba vinnur í Vági.
Skulu sumbingar ikki flyta beinleiðis niður, so skulu teir vinna í Vági. Gera teir tað, og ÍF ikki vinnur í Klaksvík, so verður tað ÍF, sum flytir beinleiðis niður, og so verður støðan tann sama, sum hon fleiri ferðir áður hevur verið, nevniliga at liðið, sum skal tungu leiðina niður í 2. deild, hyggur at, meðan meistaraliðið fær steyp og gullkrónur. Soleiðis var tað hjá TB, tá teir eftir síðsta dystin móti HB fluttu niður í 1988, og soleiðis var tað hjá B71, tá teir eftir síðsta dystin móti B36 í 1997 fluttu niður.
Undir øllum umstøðum er spenningurin bæði í toppinum og í botninum varðveittur til átjanda og síðsta umfarið, og tað ger, at fótbóltsfepurin fer at vera høgur alla vikuna. Úr Sumba, um Havnina, og Gøtu og Fuglafjørð og norður til Klaksvíkar og allar Norðoyggjar, og tað er hugaligt fyri kappingina.