Ríkisfelagsskapurin partur av samleika

-Ríkisfelagsskapurin er ein partur av okkara samleika eisini. At Grønland, Føroyar og Danmark hava felags rættindi og eins møguleikar innan fyri henda felagsskap er nakað, sum eg sjálvur leggi stóran dent á. Tí eg haldi vit øll fáa gagn av hesum. Ikki bert búskaparliga men eisini mentanarliga og menniskjansliga. Vit føla, at vit missa nakað av hesum samleika, um Føroyar fara úr Ríkinum.

Jan Müller


Herfyri var næstformaðurin í danska javnaðarflokkinum, Ole Stavad í Føroyum. Hann var gestarøðari á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum. Sosialurin hitti danska politikaran, áðrenn hann fór aftur til Danmarkar.

Ole Stavad sigur seg vera væl nøgdan við móttøkuna í Føroyum, hóast hann ikki er samdur við teimum, sum hava lagt hann undir at leggja seg út í føroyskan politikk, tá hann á landsfundi javnaðarfloksins kom við nøkrum rættiliga avgjørdum úttalilsum um komandi viðurskiftini millum londini.


Tørvur á nýggjari skipan

-Eg havi undir vitjanini fingið staðfest, at føroyski og danski javnaðarflokkurin eru rættiliga samdir í nógvum málum, sum viðvíkja báðum londunum. Báðir flokkar tykjast at hava somu dagsskrá, eitt nú vilja vit varðveita ríkisfelagsskapin. Men tað er eisini heilt givið, at tað nú eftir 50 árum við eini Heimastýrislóg er tørvur á eini nýggjari skipan. Tørvur er á eini nútímansgerð. Og her halda vit, at føroyski javnaðarflokkurin hevur lagt upp til nakað skilagott. Vit halda, at tað er nøkunlunda innan fyri teir karmar, sum javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at tingini kunnu gerast.

Ole Stavad leggur annars dent á, at hann vitjaði ikki í Føroyum sum skattamálaráðharri og harvið sum partur av stjórnini. -Eg vitji í Føroyum sum partur av javnaðarflokkinum, men eg kann gott siga, at tað eg havi ført fram er eisini mín áskoðan sum skattamálaráðharri.

-Tekur Nyrup undir við tí tú hevur ført fram á landsfundi javnaðarfloksins?

-Eg trúgvi ikki, at mín floksformaður og forsætisráðharrin er so heilt ósamdur í mínum úttalilsum.

-Landsstýrið vil fegið at hava eina avtalu við Danmark longu í hesum árinum. Er tað gjørligt?

-Eg havi sera ilt við at síggja, at tann tíðarætlanin yvirhøvur kann lata seg gera. Men samráðingarnar skulu vera millum báðar stjórnirnar, so tað kann eg tí ikki gera aðrar viðmerkingar til.

Ole Stavad, sum á landsfundi javnaðarfloksins segði frá, at tað eftir hansara tykki fór at verða torført hjá føroyingum at fáa danir at ganga við til eina skiftistíð uppá 15-20 ár, heldur seg ikki kunna siga, hvat tann rætta skiftistíðin tá er.

Ole Stavad ger annars púra greitt, at tað eru føroyingar, sum mugu gera av, hvat teir vilja í framtíðini. -Men tað sigur seg sjálvt, at um Føroyar vilja taka seg úr ríkinum, so ber ikki til bara at kvetta øll onnur bond uttan tey búskaparligu. Tað fer neyvan at fáa undirtøku í Danmark, og tí heldur hann eisini, at tað er umráðandi longu nú at gera føroyingum hetta greitt.

Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum vísti Ole Stavad eisini til tað formaðurin í størsta andstøðuflokkinum í Danmark, Anders Fogh Rasmussen segði við journalistar í Føroyum nakað herfyri. Danski vinstraformaðurin metti sjálvur, at tað fór neyvan fór at blíva talan um eina langa skiftistíð, um Føroyar fyrst loystu frá Danmark.

-Orsøkin til at eg nevndi hetta var fyri undirstika, at hetta er ikki bert mín hugsan, men er støðan hjá nógvum donskum politikarum.


Seta ikki fót

-Men hví skulu danir seta fót fyri einum føroyskum ynski um fullveldi við m.a. ikki at kunna góðtaka eina skiftistíð uppá 15 til 20 ár - hví ikki góðtaka hetta, tá tað er eitt føroyskt ynski hjá landsstýrinum og ein týðandi fortreyt fyri eini víðari fullveldisgongd?

-Eg haldi ikki tað er fair at siga, at tað er nakar í Danmark, sum vil gera støðuna hjá føroyingum meira trupla. Ella fyri tað at seta fót fyri tí, sum føroyingar sjálvir ynskja. Sjálvandi ráða tit fyri, hvat skal henda í Føroyum. Men vit eru eisini partur í hesum málinum, og tí er einki løgið í heldur, at vit siga okkara hugsan og vísa okkara kenslur. Ríkisfelagsskapurin er ein partur av okkara samleika eisini. At Grønland, Føroyar og Danmark hava felags rættindi og eins møguleikar innan fyri henda felagsskap er nakað, sum eg sjálvur leggi stóran dent á. Tí eg haldi vit øll fáa gagn av hesum. Ikki bert búskaparliga men eisini mentanarliga og menniskjansliga. Vit føla, at vit missa nakað av hesum samleika, um Føroyar fara úr Ríkinum. Men vit hava samtíðis sagt, at um føroyingar og Føroya løgting avgera, at tað er eitt ynski at fara úr hesum felagsskapi, so fara tit ikki at koma til stongdar dyr, og eingin í Danmark fer heldur at sáa tann minsta iva um rætt tykkara at ráða tykkum sjálvum. Men tá siga vit eisini, at eisini føroyingar mugu taka avleiðingarnar av teimum valum teir gera. Man kann ikki bæði halda fram við øllum tí, sum man gjarna vil hava við frá Ríkisfelagsskapinum og samtíðis siga, at ein ikki vil vera við í hesum felagsskapi longur.

-Men hví hevur tað so nógvan týdning fyri Danmark at varðveita Føroyar og Grønland í ríkisfelagsskapinum?

-Tí tey eru ein partur av okkara samleika. Eg veit ikki, hvussu nógv hetta hevur at siga fyri tann einstaka danan, spyr tú hann um tað, men fyri okkum, sum hava vit tann politiska veruleikan at gera, har er hetta ein partur av okkum sjálvum. Eg plagi at siga tað soleiðis: ansar tú ikki væl eftir tí, sum tú er góður og nøgdur við, so hevur tú tikið fyrsta stig til at missa tað. Eg trúgvi eisini, at um føroyingar bráddliga fara at siga, at teir taka seg úr ríkisfelagsskapinum, so fara mangir danir at kenna tað sum ein stóran miss.


Realistiskt uppskot

Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum segði Ole Stavad, at uppskotið hjá flokkinum til framtíðar viðurskiftini millum londini er realistiskt. Hvat leggur hann í hesi orð?

-Tað er realistiskt, tí tað grundleggjandi nútímansger heimastýriskipanina frá 48 samtíðis sum tað varðveitir tann týðandi strongin, sum Ríkisfelagsskapurin er, og harvið eisini framhaldandi gevur føroyingum møguleika at varðveita nógv av teimum rættindum, sum eisini eru ein partur av sama ríkisfelagsskapi.

Tað, sum eg hoyri føroyska javnaðarflokkin ynskja, er nakað, sum eg eisini skilji er stórur politiskur vilji fyri at gjøgnumføra í Danmark. Tí trúgvi eg ikki vit fáa nakað drúgvt orðaskifti. Sjálvandi er nakað av jura í hesum. Men eg vil gott siga, at um tað er eitt ynski um og ein vilji til at halda fram við felagsskapinum bæði í Føroyum og í Danmark, so sýti eg fyri at trúgva, at ein juridisk ?spidsfindighed? á nakran hátt kann forða okkum í at fáa ígjøgnum okkara politisku ynski um, hvussu vit best skulu skipa okkum í framtíðini.

Ole Stavad vísir á, at tað sjálvandi fer at vera eitt løgfrøðiligt tjak, men tað er burturvið skal hetta elva til trupulleikar, um tað er soleiðis at vit bæði í Danmark og í Føroyum, eru sannførd um, at vit vilja vera saman - samtíðis sum vit eisini vilja tryggja tí einstaka landinum fullkomnan rætt til at taka avgerðir um sínar egnu sakir. Har tað finst ein vilji finst eisini ein vegur. Og eg trúgvi tað finst ein vilji.

Ole Stavad hevur hoyrt atfinningarnar móti sínum úttalilsum sum uppílegging í føroyskan politikk. Hann sigur tó, at tað hevði verið óhøviskt av sær sum javnaðarmanni, um hann hevði møtt á landsfundinum hjá føroyska javnaðarflokkinum uttan at fyrihalda seg til tað, sum føroyski javnaðarflokkurin hevði sagt bert eina viku frammanundan í Danmark. Við hesum vísir Ole Stavad til tað, sum Jóannes Eidesgaard førdi fram á landsfundinum hjá danska javnaðaflokkinum fyri stuttum.

Tað er ikki rætt at goyma nakað undir teppinum. Hann heldur seg og formannin í føroyska javnaðarflokkinum hava sín fulla rætt til alment at siga, hvat teirra hugsan er um framtíðar støðu Føroya.


Betri viðurskifti millum flokkarnar

-Tað hava ikki verið so góð viðurskifti millum føroyska og danska javnaðarflokkin. Heldur tú, at støðan í dag er broytt til tað betra?

-Eg haldi vit eru í gongd við eina sera positiva prosess millum føroyskar og danskar javnaðarmenn. Tað er rætt, at tað hevur verið ein tíð, har viðurskiftini ikki vóru so góð. Men vit hava verið við til at bøta um viðurskiftini ikki minst við semjuni um bankamálið. Vit eru nú við at byggja upp eitt nýtt slag av samstarvi, sum byggir á sínamillum álit og virðing fyri rættindunum hjá hvørjum øðrum.

Ole Stavad viðgongur, at enn er ikki alt komið uppá pláss, men hann er fegin um, at Jóannes Eidesgaard hevur tikið stig til eina prosess, sum skal enda við einum góðum framtíðar samstarvi ikki bert millum javnaðarflokkarnar men eisini millum londini bæði.