men har var einki at finnast at, uttan í einum føri, har onkur, sum ikki hevði aldur at vera á vertshúsi, var inni. Tað merkir, at viðkomandi var ikki 18 ár. Men tey høvdu einki fingið at drekka, so vert [...] Løgreglan sigur, at tey hava havt eitt serligt átak í nátt ímóti harðskapi. Tað merkir, at løgreglan hevur verið sjónlig í býarlívinum, bæði í bili og til gongu. Ein partur av hesum er at fara á ófráboðaða [...] verið ógvuliga nógv at gera, men eingi álvarsmál kortini. Soleiðis tekur løgreglan samanum náttina í nátt, sum var tann stóra náttin, hvat jólaborðhaldum viðvíkur. Løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið
floksfund í morgun um málið. Nú á miðdegi skrivar ting.fo, at ein semja er funnin um at at selja nakað av fiskirættindum á uppboði og at ætlanin er at leggja uppskot fyri Løgtingið nú seinnapartin. Spurningurin [...] num, ikki vildu góðtaka ætlanina um at selj fisk á uppboði. Varðin hevur bygt stórt uppsjóvarvirki á Tvøroyri, og tað hevur verið ypplýst, at ætlanin hevur verið at byggja út. Men í Varðanum eru tey alt [...] annað enn fegin um uppboðið, og tað hevur ljóðað, at tey hava lagt trýst á teir báðar javnaðarmenninar á Tvøroyri og hótt við, at sleppa ætlanini um at byggja út, verður ein skipan við uppboðssølu sett
- At missa fólk á sjónum kann ikki bólkast í stórar og smærri vanlagnur. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður røðu síni á minningarhaldi fyri tey, ið sjólótust Hann segði, at vit eiga ongan at missa [...] rás, eisini eina stilla løtu, tá ið menn eru komnir aftur av útróðri við góðum fongi og takast við at rigga túrin av. - Í hesum unniliga verki druknar annar teirra í kendum heimasjógvi við bát og støðna [...] ein føroyingur deyður á sjónum: Tað er Svend Eivind Sonne Hansen, sum druknaði í Funningsfirði eftir at vera komin aftur av útróðri tann 21. november 2014. Hann varð 83 ára gamal.
fyrsta hondbóltssendingin á Rás2 í vetur. Rás2 hevur roynt áður at sagt frá hondbólti, sum er gott og spennandi útvarp. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum KÍF og H71 í FDZ deildini. Ein dystur [...] Heldarskarð verður í Rásarúminum, og hann fer at uppdatera frá dystinum í Hvonn deildini millum VB og Stjørnuna suðuri í Vági, sum byrjar klokkan 15. Til ber at hoyra Rás2 á FM 95,9, FM 98,7 og FM 88,7.
- Tað er stuttligt at syngja fyri so nógvum fólki. Soleiðis tók Hanus G. Johansen til, tá hann hevði sungið fyrsta sangin á pallinum á flakavirkinum á Sandi í kvøld. Og her vóru eisini nógv fólk, bæði [...] bæði menn, kvinnur og børn. Tiltakið við Hanusi G. Johansen var beint eftir, at Marine Harvest í tveir tímar hevði bjóðað leskiligar smakkiroyndir úr laksi. Hanus sang í somu hølum á flakavirkinum, sum sm
Chelsea. Les eisini: Mourinho vil einki siga Av dystunum seinni í dag, er tað merkisvert, at Leicester heldur fram við at yvirraska í ensku Premier League. Teir vunnu í dag 3-2 á útivølli móti West Bromwich [...] móti Swansea, meðan Manchester City vann 2-1 á heimavølli móti Norwich. Tað sá tó eina løtu út til, at Norwich skuldi fáa tað eina stigið heim við sær úr Manchester, tí teir javnaðu nevniliga til 1-1 aftaná [...] minuttir av dystinum. Ein av stóru profilunum á liðnum hjá Manchester City, Yaya Touré, megnaði tó at leggja Manchester City framum 2-1, sum eisini varð endaliga úrslitið. Úrslitini í Premier League í
tí er ringt at gera eina lóg fyri ávísar bólkar, heldur hann. Samstundis heldur hann, at vit eiga at gera eina nágreiniliga kanning av fátækadøminum í landinum fyri at vera betri før fyri at marka hjálpina [...] skund at geva teimum fátæku hjálp, at løgtingið mátti kallast saman, bara til tað. Tað hevði slíkan skund, at tað kundi ikki so frægt sum bíða til á ólavsøku. Men nú hevur samgongan boðað frá, at tað verður [...] so einfaldur. Hann heldur nevniliga ikki, at tað er rætt at gera eina lóg, sum hjálpir ávísum bólkum í samfelagnum. Ístaðin eigur tað heldur at verða lættari at fáa bráðneyðuga hjálp frá Almannastovuni
norðanfyri Skopunarfjørð, eitt nú úr Havn og Klaksvík. Brosandi tekur skiparin til, at tað ongantíð áður hevur gingið so væl at mannað skipið sum hesaferð, nú hann hevur fólk til fleiri manningar. Eini 30 fólk [...] Líkindini eru einki serlig. Tað er væl av vestligum vindi, og skiparin ivast í, um tað nyttar nakað at loysa beint í løtuni. - Men, tað hevur verið stórur áhugi fyri hesum túri. Eini 60-70 fólk hava teknað [...] fólk kundu sloppið við Sandshavinum í senn, og einki hevði verið til hindurs fyri at gjørt tveir túrar í dag, um líkindi vóru til tess. - Men, soleiðis sum líkindini eru beint í løtuni, er ivasamt, hvussu
Hjá løgregluni hava tey havt úr at gera í nátt. Løgreglan sigur, at tey hava fleiri ferðir verið boðsend á skeinkistøð, bæði í Havn, og í Klaksvík, at sissa fólk, sum vóru komin til illnar. Men hvørja [...] tað eisini, áðrenn fólk fóru til hendurs av álvara, og skaði stóðst av. Í Havn fær ein maður bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tá ið hann leikaði í sum eitt svakt í býnum og órógvaði onnur, men harðskap
Tað er ikki bara í Føroyum, at bankafólk duga væl at samráða sær sjálvum góðar lønir. Tað duga donsk bankafólk eisini. Tey duga so væl, at tey fáa bankafólk í ES sum hald at blikna. Evropiska bankaeftirlitið [...] Frágreiðingin vísir, at donsk bankafólk eru í serflokki. Hóast Danmark í alheimshøpi er eitt lítið land, so eru nógv bankafólk við óvanliga høgum lønum, sigur frágreiðgin, sum vísir, at 30 høgt lønt bankafólk [...] Stabilitet gjørdist trygdin fyri, at alt bankakerivið ikki skramblaði saman. Finansiel Stabilitet gav trygdir og kapitalinnskot og tók yvir fleiri peningastovnar – uttan at staturin tók serligt gjald, sum