Løgreglan nógv at gera – men eingi álvarsmál

Løgreglan hevur verið verið nógv í býnum í nátt

Tað hevur verið ógvuliga nógv at gera, men eingi álvarsmál kortini.

 

Soleiðis tekur løgreglan samanum náttina í nátt, sum var tann stóra náttin, hvat jólaborðhaldum viðvíkur.

 

Løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið rættilia nógv fólk í býnum, Men tað hevur eisini verið ómetaliga hált, og tað sæst aftur í hagtølunum hjá løgreglan.

 

- Tað eru heilt nógv fólk, sum eru dottin, og hava meitt seg eitt sindur,, og eitt skifti var so nógv at gera, at ongin sjúkrabilur var tøkur, so fólk máttu finna sær annan flutning á skaðastovuna.

 

Onkur er dottin við glasi í hond, og hevur skorið seg, onkur hevur meiðslað seg í andlitið, og hjá onkrum fór knæið úr lið.

 

Eisini ein bilførari varð tikin á bóli, tí hóast bilurin var væl skøddur, gleið hann í ein pela og fórheilt  illa, men eingin fólkaskaði var.

 

Løgreglan sigur, at tey hava havt eitt serligt átak í nátt ímóti harðskapi. Tað merkir, at løgreglan hevur verið sjónlig í býarlívinum, bæði í bili og til gongu.

 

Ein partur av hesum er at fara á ófráboðaða vitjan á vertshúsum, men har var einki at finnast at, uttan í einum føri, har onkur, sum ikki hevði aldur at vera á vertshúsi, var inni. Tað merkir, at viðkomandi var ikki 18 ár. Men tey høvdu einki fingið at drekka, so vertshúseigarin sleppur við eini átalu, men tey ungu fólkini vórðu koyrd á dyr.  

 

- Tað er eingin ivi um, at slík átøk fyribyrgja harðskapi, sigur løgreglan

 

Kortini sluppu tey ikki heilt undan, tí ein kvinna hevur boðað løgregluna frá, at ein maður hevði sligið hana og tað málið kannar løgreglan nú.

 

Tveir mans fóru eisini til hendurs, men løgreglan fekk skilt teir sundur aftur, áðrenn nakað hendi, so meiri verður ikki gjørt við tað.