Vit eiga ongan at missa

Hvørja ferð vit missa á sjógvi, á landi ella í luftini, missa vit ein ov mikið

- At missa fólk á sjónum kann ikki bólkast í stórar og smærri vanlagnur.


Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður røðu síni á minningarhaldi fyri tey, ið sjólótust

 

Hann segði, at vit eiga ongan at missa, og hvørja ferð vit missa á sjógvi, á landi ella í luftini, missa vit ein ov mikið, segði hann.

 

- Sorgin um hin einstaka er sorg í fjøldini, og sorg í fjøldini er sorg hins einstaka.

 

- Viðhvørt missa vit í góðveðri og annars tryggum umstøðum. Tilveran er størri enn menniskjan. Feigdin dregur og finnur sína rás, eisini eina stilla løtu, tá ið menn eru komnir aftur av útróðri við góðum fongi og takast við at rigga túrin av.

 

- Í hesum unniliga verki druknar annar teirra í kendum heimasjógvi við bát og støðna.

 

Aksel V. Johannesen lýsir Guðs frið yvir øll tey, ið farin eru í farnari tíð og í farna allahalgannaári.

- Vit bera hvør øðrum gomlu føroysku heilsanina, tá ið bátur legði frá landi: Jesus fylgi tykkum!

 

Síðani allahalgannadag í fjør, er ein føroyingur deyður á sjónum:  Tað er Svend Eivind Sonne Hansen, sum druknaði í Funningsfirði eftir at vera komin aftur av útróðri tann 21. november 2014. Hann varð 83 ára gamal.