Leicester heldur fram at yvirraska

Jamie Vardy og liðfelagarnir úr Leicester hava higartil í ár verið ársins yvirraskilsi í ensku Premier League

Fleiri dystir hava verið á skránni í Premier League í dag.

 

Størsti dysturin var tann fyrsti dysturin á degnum, tá Chelsea og Liverpool spældu uppgerð á Stamford Bridge. Jurgen Klopp fekk í tí dystinum sín fyrsta Premier League sigur sum Liverpool venjari, tí Liverpool vann nevniliga 3-1 á útivølli móti Chelsea.

 

Les eisini: Mourinho vil einki siga

 

Av dystunum seinni í dag, er tað merkisvert, at Leicester heldur fram við at yvirraska í ensku Premier League. Teir vunnu í dag 3-2 á útivølli móti West Bromwich, og eiga teir báðar fremstu leikararnar á toppskjúttaralistanum í Premier League. Teir báðir eru Jamie Vardy og Riyad Mahrez, og hesir báðir leikararnir komu á máltalvuna í sigrinum hjá Leicester í dag.

 

Eisini Manchester United hevur í dag spælt. Teir spældu á útivølli móti Crystal Palace, og tann dysturin endaði við málleysum 0-0 javnleiki.

 

Oddaliðini bæði, Manchester City og Arsenal, vunnu í dag sínar dystir. Arsenal vann 3-0 á útivølli móti Swansea, meðan Manchester City vann 2-1 á heimavølli móti Norwich.

Tað sá tó eina løtu út til, at Norwich skuldi fáa tað eina stigið heim við sær úr Manchester, tí teir javnaðu nevniliga til 1-1 aftaná 84 minuttir av dystinum. Ein av stóru profilunum á liðnum hjá Manchester City, Yaya Touré, megnaði tó at leggja Manchester City framum 2-1, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

 

Úrslitini í Premier League í dag:

 

Chelsea – Liverpool 1-3

Crystal Palace – Manchester United 0-0

Manchester City – Norwich 2-1

Newcastle United – Stoke City 0-0

Swansea – Arsenal 0-3

Watford – West Ham 2-0

West Bromwich – Leicester 2-3