Tað er ikki bara í Føroyum, at bankafólk duga væl at samráða sær sjálvum góðar lønir. Tað duga donsk bankafólk eisini. Tey duga so væl, at tey fáa bankafólk í ES sum hald at blikna.
Evropiska bankaeftirlitið, EBA, hevur júst almannakunngjørt eina frágreiðing, sum vísir, hvussu góðar lønir bankafólk í høgum størvum í ES londunum fáa. Frágreiðingin vísir, at donsk bankafólk eru í serflokki.
Hóast Danmark í alheimshøpi er eitt lítið land, so eru nógv bankafólk við óvanliga høgum lønum, sigur frágreiðgin, sum vísir, at 30 høgt lønt bankafólk í Danmark høvdu eina miðalløn upp á slakar 10 milliónir krónur.
Bankageirin í Danmark sum heild varð loftaður av almennum pengum í bankakreppuni, har Finansiel Stabilitet gjørdist trygdin fyri, at alt bankakerivið ikki skramblaði saman. Finansiel Stabilitet gav trygdir og kapitalinnskot og tók yvir fleiri peningastovnar – uttan at staturin tók serligt gjald, sum stendur mát við serliga váðan.
Sambært uppgerðini hjá evropiska bankaeftirlitinum, EBA, so fingu 30 bankafólk í Danmark 161,14 milliónir krónur – pluss variabla løn upp á 124 milliónir krónur. Tað er tilsamans 285 milliónir krónur – ella 10 milliónir krónur í part.











