Tað skal vera lættari hjá teimum fátæku at fáa hjálp. Tað heldur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin.
Tað undrar hann, at samgongan enn einki hevur gjørt fyri tey fátækastu í landinum. Hann vísir á, at fyrr í ár hevði tað slíkan skund at geva teimum fátæku hjálp, at løgtingið mátti kallast saman, bara til tað. Tað hevði slíkan skund, at tað kundi ikki so frægt sum bíða til á ólavsøku.
Men nú hevur samgongan boðað frá, at tað verður ikki í ár, at nøkur hjálp verður til tey fátækastu.
- So kunnu vit ivast í, hvussu ektað, umsorganin fyri tey fátæku var, halda tey í Miðflokkinum.
Men Jenis av Rana heldur eisini, at spurningurin er ikki so einfaldur. Hann heldur nevniliga ikki, at tað er rætt at gera eina lóg, sum hjálpir ávísum bólkum í samfelagnum.
Ístaðin eigur tað heldur at verða lættari at fáa bráðneyðuga hjálp frá Almannastovuni, og tað vil Miðflokkurin fegin samstarva við samgonguna um.
- Endamálið má vera at viðgera hvørt mál sær, so at tey, sum eru í neyð, kunnu venda sær til Almannaverkið og fáa skjóta hjálp.
Jenis av Rana heldur, at tað eru ikki bara einstakir bólkar í samfelagnum, sum eru fátækir. Talan kann vera sum summar stakar uppihaldarar, summar pensjónistar, summi lesandi o.s.fr. og tí er ringt at gera eina lóg fyri ávísar bólkar, heldur hann.
Samstundis heldur hann, at vit eiga at gera eina nágreiniliga kanning av fátækadøminum í landinum fyri at vera betri før fyri at marka hjálpina, akkurát til tey.