Grannarnir vunnu báðir úrtøku

1. DEILD: Útsetti dysturin í Fuglafirði millum ÍF og Víking endaði 1-1

Í kvøld vóru teir næstbestu úr Víkingi í Fuglafirði. Hetta var dysturin, sum leygardagin varð avblástur, tí tað var so nógvur vindur í Fløtugerði.

 

Tað endaði 1-1 í kvøld eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til ÍF. Málskjútti tíggju minuttir undan steðginum var Dánjal á Lakjuni eftir upplegg frá Jóan Petur Jónsson. Hetta var sætta málið í ár hjá Dánjali á Lakjuni, sum í fyrradagin fylti 35 ár.

 

Víkingur javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki til 1-1. Málskjútti var Rani Hansen, og tað var Bogi á Reynatrøð, sum átti uppleggið. Hetta var 17. málið hjá Rana Hansen í ár.

 

ÍF er á fjórða plássi við 37 stigum, og Víkingur er á fimta plássi við 33 stigum.

 

Leygardagin fer ÍF í Gundadal at spæla ímóti B36, og Víkingur verður partur av oyggjauppgerð á Skála.