Løgreglan fekk fólk at sissa seg

Tey hava havt úr at gera í nátt

Hjá løgregluni hava tey havt úr at gera í nátt. Løgreglan sigur, at tey hava fleiri ferðir verið boðsend á skeinkistøð, bæði í Havn, og í Klaksvík, at sissa fólk, sum vóru komin til illnar.

 

Men hvørja ferð eydnaðist tað eisini, áðrenn fólk fóru til hendurs av álvara, og skaði stóðst av.

 

Í Havn fær ein maður bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tá ið hann leikaði í sum eitt svakt í býnum og órógvaði onnur, men harðskap varð ikki talan um kortini.