Semja funnin um at selja fisk á uppboði

Uppskot verður helst lagt fyri Løgtingið í dag

Tað hevur verið røringur í hjá samgonguni í dag. Serliga er tað spurningurin um at selja fiskirættindi á uppboði, sum hevur elvt til ósemju eftir at teir báðir tvøramenninir í samgonguni, Kristin Michelsen, og Bjarni Hammer, báðir úr Javnaðarflokkinum, ikki vildu góðtaka ætlanina um at selj fisk á uppboði.

 

Varðin hevur bygt stórt uppsjóvarvirki á Tvøroyri, og tað hevur verið ypplýst, at ætlanin hevur verið at byggja út. Men í Varðanum eru tey alt annað enn fegin um uppboðið, og tað hevur ljóðað, at tey hava lagt trýst á teir báðar javnaðarmenninar á Tvøroyri og hótt við, at sleppa ætlanini um at byggja út, verður ein skipan við uppboðssølu sett í verk.


Sjálvir hava teir ikki havt nakrar viðmerkingar, men Javnaðarflokkurin hevur havt floksfund í morgun um málið.

 

Nú á miðdegi skrivar ting.fo, at ein semja er funnin um at at selja nakað av fiskirættindum á uppboði og at ætlanin er at leggja uppskot fyri Løgtingið nú seinnapartin.

 

Spurningurin er so, um tað vera ætlaðu 15 prosentini, sum verða seld á uppboði, ella um semja er fingin um at selja ein minni part.