funnin aftur í Uppsalagøtu, har hann varð farin útav vegnum. Enn veit løgreglan ikki, hvør hevur koyrt útav, men hon hevur sín illgruna. 500 krónur horvnar Í KÍ-høllini hevur onkur verið í skiftingarrúminum [...] minum og tikið 500 krónur úr eini mappu. Stuldurin fór fram, meðan fólk spældi í høllini, og pengarnir lógu óvardir í skiftingarrúminum. Løgreglan hevur onga hóming av, hvør hevur verið uppá spæl.
haldsfólk, sum hava tikið stig til tiltakið, sum verður hildið í kantinuni á Føroya Bjór. Liverpool hevur farna árið fingið góð úrslit í heimligum og europeiskum kappingum, og fimm steyp eru fingin til [...] at tú ert avgjørdur Liverpool-viðhaldsfólk, at tú ert ílætin okkurt Liverpool-plagg, og at tú ert í minsta lagi 20 ára gamal. Tiltakið kostar 150 krónur, og gjaldast skal við inngongdina. Tilmelding kann
maður var á veg út í báti. Løgreglan fór oman á bátabrúgvarnar, og har varð maðurin steðgaður, áðrenn hann hevði lagt frá landi. Maðurin átti bátin sjálvur og ætlaði sær at sigla út í Kalsoynna. Hetta er
av. Eru tit í tíðarneyð? ? Tað haldi eg ikki. Vit hava ta fatan, at fleiri eru áhugaðir í at koma henda vegin, og vit ætla at gera so skjótt av, sum tað ber til, sigur KÍ formaðurin. Torført Í síðstu viku [...] teir fyrstu dystirnir í landskappingini bert góvu trý stig, hevur tað bara gingið ein veg. Somikið væl hevur gingist, at KÍ ikki hevur tapt á føroyskari grund síðani í fjórða umfarinum í landskappingini. Sum [...] ára venjaraarbeiði í barndómsfelagnum fer at flyta aftur til Noregs. - Tað sigur seg sjálvt, at talan var um eina torføra avgerð. Ikki minst nú tað hevur gingist so væl hjá okkum í seinastuni. Men nú er
stevnum, og hvørt ár eru tað hópin av fólki, sum leitar sær í høllina. Tey vitjandi kunnu stemma uppá, hvøn bil tey høvdu ynkst sær, og harvið luttaka í einum lutakasti, tá ið stevnan endar. Tann bilurin sum [...] steyp til ognar. Fyreikararnir siga í tíð-indaskrivi, at stevnan verður opin báðar dagarnar frá kl. 15.00 til 21.00. Leygardagin kl. 17.00 verður undirhald fyri børnunum í Lognbrá. [...] Leygardagin 23. og sunnudagin 24. november skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri stórari bilstevnu í Klaksvíkar Ítróttarhøll. Seks bilasølur verða sum vant við, og verður Ítróttarhøllin á tremur við nýggjum
hevur framsýning av kol-, akryl- og akvarellmyndum á Kunningarstovuni allan maimánað og nakað inn í juni. Pauli, sum gongur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur heilt frá barnsbeini av havt
deildarliðið hjá KÍ hevði góða ella í hvussu so er roynda manning leygardagin. Jan Andrreasen, Sámal Eyðfinn Akursmørk og Fríðin Ziskason, sum hava spælt nógv í 1. deild í ár, vóru millum spælararnar, og so [...] møguleika at avgera, men málverjin vann tvídystin. Í 56. minutti minkaði besti TB spælarin, Dan Mortensen, um munin eftir uppspæl í høgru og framúr góða skotroynd í handara síðunetið. Síðani trýsti TB fyri at [...] økti til 2-0, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra umfarinum. Í báðum førunum átti Marius Nystrøm Hansen næstsíðsta fótin á, og í báðum førunum var aftasti verjumaðurin hjá TB, Óli Johannesen, ikki
Hóskvøldið 28. novembur kl. 19, verður hugnaløta í kantinuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri Klaksvíkar blóðdonorliði. Hvørt ár undan jólum, bjóðar sjúkrahúsið blóðgevarum sínum til eina slíka hugnaløtu við [...] gáva - Tað er gott, at tað finnast fólk, ið vilja geva blóð. Tað er veruliga ein gáva, tey geva, tí í mongum førum eru blóðgevarar við til at bjarga lívum, sigur Karin Jacobsen, bioanalytikari. Karin sigur [...] frágongd. Klaksvíkar blóðdonorlið varð stovnað av Petur Waagstein, 3. desembur 1957. Fyrstu, ið sótu í nevndini, vóru; Sigurð Heinesen, lærari, Olaf Bjartalíð, portørur og Petur Waagstein, yvirlækni. Tey
aðalfund í farnu viku. Fyri vali stóðu Karl Birgir Isaksen, Manni Høgnesen og Odd Færø. Teir báðir fyrst nevndu vórðu báðir valdir aftur. Odd helt seg ikki til at stilla upp til enn eitt skeið í nevndini [...] nevndini, og í hansara stað varð Markus Tummas Jacobsen valdur. Í nevndini, har Karl Birgir Isaksen framvegis er formaður, sita umframt Manna og Markus Tummas eisin Jórun
ur á skránni. Luttakararnir eru flest allir í aldrinum frá 7 til 20 ár. Øll liðini hava vant eina seriu í árinum og ymiskt annað verður eisini á skránni. Í steðginum verður undirhald eins og undanfarin [...] sagt frá Fimleikarafelagnum. Dreingjunum dámar eisini best lop. Annars verður sagt, at framsýningin í ár helst verður eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí felagið hevur fingið fleiri ungar og nýggjar [...] stórur. Frá felagnum siga tey, at teimum tørvar fleiri venjarar til komandi ár. Fimleikarárið byrjar í august og endar við framsýningini. Hetta er fimta árið á rað, at Klaksvíkar Fimleikarafelag hevur framsýning