Hóskvøldið 28. novembur kl. 19, verður hugnaløta í kantinuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri Klaksvíkar blóðdonorliði.
Hvørt ár undan jólum, bjóðar sjúkrahúsið blóðgevarum sínum til eina slíka hugnaløtu við ábiti.
Skipað verður fyri undirhaldi, og eisini fer Korosh at halda fyrilestur um blóðtrýst.
Korosh Taheri er ættaður úr Iran, men tað eru mong ár, síðani hann flutti úr heimlandinum. Korosh, sum er medisinskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, verður bara róptur við fornavni sínum.
Lívsneyðug gáva
- Tað er gott, at tað finnast fólk, ið vilja geva blóð. Tað er veruliga ein gáva, tey geva, tí í mongum førum eru blóðgevarar við til at bjarga lívum, sigur Karin Jacobsen, bioanalytikari.
Karin sigur eisini, at tað er neyðugt, at tað allatíðina er ein tilgongd av blóðgevarum, tí tað sjálvsagt er ein náttúrlig frágongd.
Klaksvíkar blóðdonorlið varð stovnað av Petur Waagstein, 3. desembur 1957. Fyrstu, ið sótu í nevndini, vóru; Sigurð Heinesen, lærari, Olaf Bjartalíð, portørur og Petur Waagstein, yvirlækni.
Tey, ið løgdu lunnar undir Klaksvíkar donorlið, vóru Klaksvíkar Ítróttarfelag og skótarnir.