Tað eru Liverpool-viðhaldsfólk, sum hava tikið stig til tiltakið, sum verður hildið í kantinuni á Føroya Bjór.
Liverpool hevur farna árið fingið góð úrslit í heimligum og europeiskum kappingum, og fimm steyp eru fingin til høldar inn stutta tíð.
Hetta halda fyrireikararnir av Liverpool-treffinum gevur grundlag fyri, at viðhaldfólk hjá The Reds kunnu hittast og fegnast um góðu úrslitini.
Borðreitt verður við smyrjibreði og onkrum góðum afturvið leygarkvøldið. Omaná verður kaffi. Tey, sum eiga myndir ella annað við tilknýti til Liverpool, kunnu taka hetta við.
Krøv fyri luttøku eru, at tú ert avgjørdur Liverpool-viðhaldsfólk, at tú ert ílætin okkurt Liverpool-plagg, og at tú ert í minsta lagi 20 ára gamal.
Tiltakið kostar 150 krónur, og gjaldast skal við inngongdina. Tilmelding kann gerast hjá Svend á tlf. 211904 ella hjá Hákun á 215665.