Listaframsýning á Kunnningarstovuni í Klaksvík

Tíðindaskriv

Ungi Klakksvíkingurin, Pauli Guðjónsson, hevur framsýning av kol-, akryl- og akvarellmyndum á Kunningarstovuni allan maimánað og nakað inn í juni.
Pauli, sum gongur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur heilt frá barnsbeini av havt áhuga fyri teking. Men ikki fyrr enn fyri 3 - 4 árum síðani byrjaði hann av álvara at mála.
Framsýningin er opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl 10 -12 og frá kl 13 - 16, sigur Norðoya Kunningarstova.