Leygardagin út ímóti hálvgum seks fekk løgreglan fráboðan um, at ein sjónliga ávirkaður maður var á veg út í báti.
Løgreglan fór oman á bátabrúgvarnar, og har varð maðurin steðgaður, áðrenn hann hevði lagt frá landi. Maðurin átti bátin sjálvur og ætlaði sær at sigla út í Kalsoynna.
Hetta er brot á sjólógina, og maðurin verður ákærdur. Løgreglan tók blóðroynd av manninum, men enn er ikki greitt, hvussu stórt innihaldið av alkoholi var.