Fimleikaframsýning í Klaksvík

Høllin var fullsett, tá Klaksvíkar Fimleikafelag sunnudagin fór undir sína fjórðu fimleikaframsýning, síðan felagið varð endurstovnað.

Fimleikur
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosalurin: Framsýningin byrjaði klokkan 15.30, men longu áðrenn hetta var høllin fullsett. Tá Klaksvíkar Hornorkestur hevði spælt innmarsjin, varð farið eftir meir stólum, men heldur ikki hetta var nóg mikið. Fólk stóðu í báðum endum av høllini, eins væl og øll sitiplássini vóru upptikin.

200 luttakarar
Klaksvíkar Fimleikafelag hevði yvir 200 luttakarar við á framsýningini, sum vardi í góðar tveir tímar. Hesir luttakarar vóru børn heilt úr fyrsta flokki upp til tilkomnar kvinnur.
Framsýningin innihelt mangt og havt. Luttararnir vístu millum annað føroyskan dans, nýmótans dans og eisini lop av ymsum slag.
Allar framsýningarnar gingu skjótt og væl, og sóu fólk úrslitið av fleiri mánaðum við venjingum.
Eisini venjararnir sloppu framat. Í einum av steðgunum komu allir venjararnir inn á gólvið íklødd ymiskt stuttlig klæðir, og tey upptraðkaðu við øllum møguligum. Eitt skemtiligt innslag, sum fekk alla høllina at flenna.

Dansihugni
Siður er, at eitt gestalið er við á hvørjari framsýning, og so var eisini hesuferð.
Eitt kvøld um vikuna hittast nøkur tilkomin pør í Klaksvík til fólkadans, og kallað hesi fólk seg Dansihugni. Á framsýningini framførdu tey ymisk dansispøl, og var hetta sera hugnaligt at síggja.

Silvi á vitjan
Framsýningin endaði við, at allir luttakararnir komu út á gólvið saman við Silva, har tey gjørdu eitt sindur av felags fimleiki.
Eftir hetta fingu øll børnini høvi til at heilsa uppá Silva, og hetta dámdu teimum bara heilt væl.