Stuldur í Klaksvík


 

Fríggjanáttina varð ein annar bilur eisini meldaður stolin.Hesin persónbilurin varð tó funnin aftur í Uppsalagøtu, har hann varð farin útav vegnum.

Enn veit løgreglan ikki, hvør hevur koyrt útav, men hon hevur sín illgruna.


500 krónur horvnar

Í KÍ-høllini hevur onkur verið í skiftingarrúminum og tikið 500 krónur úr eini mappu. Stuldurin fór fram, meðan fólk spældi í høllini, og pengarnir lógu óvardir í skiftingarrúminum. Løgreglan hevur onga hóming av, hvør hevur verið uppá spæl.