TB fekk einki í Klaksvík

Besta liðið hjá TB var leygardagin í Klaksvík. Men teir fingu einki til hús aftur við sær. Næstbestu klaksvíkingarni vóru í 2. hálvleiki undir stórum trýsti, men teir megnaðu kortini at vinna

2. deildarliðið hjá KÍ hevði góða ella í hvussu so er roynda manning leygardagin. Jan Andrreasen, Sámal Eyðfinn Akursmørk og Fríðin Ziskason, sum hava spælt nógv í 1. deild í ár, vóru millum spælararnar, og so høvdu teir grivið málsóknan mann, sum hevur verið burturfrá leingi, framaftur, og tað hevði stóran týdning fyri óvæntaða úrslitið.
Talan var um Helmar Lassen, sum hevur verið til skips. Jákup B skiftir brúgv, og tað kemur 2. deildarliðnum hjá KÍ til góða. Helmar venur við 2. deild, og hann vísti leygardagin, at tað framvegis er soleiðis, at máltevinum ikki bilar nakað.
Helmar Lassen skoraði til 1-0, tá ið eitt korter var farið, og hann økti til 2-0, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra umfarinum. Í báðum førunum átti Marius Nystrøm Hansen næstsíðsta fótin á, og í báðum førunum var aftasti verjumaðurin hjá TB, Óli Johannesen, ikki so sannførandi.Beinanvegin eftir steðgin hevði Erling Fles hundrað prosent møguleika at avgera, men málverjin vann tvídystin. Í 56. minutti minkaði besti TB spælarin, Dan Mortensen, um munin eftir uppspæl í høgru og framúr góða skotroynd í handara síðunetið. Síðani trýsti TB fyri at fáa útjavnandi málið, og teir spældu seg til fleiri innlegg úr vinstru, men tað eydnaðist ikki at skora.
Størstu málmøguleikarnar seinna partin av 2. hálvleiki fekk Helmar Lassen. Tá ið Óli Johannesen var farin fram at hjálpa tilvar Helmar tvær ferðir púra einsamallur við málverjanum. Aðru ferðina royndi hann at seta framvið málverjanum, sum bjargaði væl, og í hinum førinum smekkaði hann til, men tá var kanónin ikki nóg væl stillað.

2. deild
KÍ-TB 2-1 (2-0)
1-0: Helmar Lassen 16.
2-0: Helmar Lassen 43.
2-1: Dan Mortensen 56.