nógv? Vit hava í nógv ár hoyrt um skattalættar, og hvussu nógv teir hava kostað landskassanum. Men samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna eru skattainntøkurnar ikki minkaðar í tíðarskeiðinum [...] ar framleiða av bæði vørum og tænastum í eitt heilt ár. Hetta talið hevur einki beinleiðis við landskassan at gera, men sigur nakað um støðuna í landinum sum heild. Virðið á øllum húsunum [...] fylgjur fyri fólkið í landinum. Gongdin síðani 1998 Eg ivist í, hvussu rætt tað er at samanbera alt við bruttotjóðarúrtøkuna, tí tað at samanbera tvey tøl, sigur ikki alt um annað talið, men tað
B68 hevur í kvøld vunnið 2-1 á Tórsvølli ímóti HB. Støðutalvan kundi bent á, at hetta er eitt av mest óvæntaðu úrslitunum í ár, og soleiðis var tað. Men tá ið hinir báðir dystirnir fyrr í ár millum B68 [...] styrkir um sína støðu í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Fríggjadagin vann B68 trý stig á skrivaraborðinum, og í kvøld vunnu toftamenn eftir framúr liðavrik 2-1 ímóti favorittunum í HB. B68 er nú á [...] tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Tvær ferðir var bólturin á stólpanum aftanfyri Benjamin Schubert í B68 málinum, og Pætur J. Petersen misnýtti í heilt góðari støðu, tá ið hann eisini hevði møguleika
av sær. Tvørturímóti hava vit brúkt milliónir uppá at kanna øðrvísi orkukeldur enn tær, vit nú hava. Hans Tausen Olsen er formaður í Umboðsnevndini hjá SEV og hann er alt annað enn samdur við Kára Thomsen [...] at koma sær í ringt orð. Hans Tausen Olsen vísir eisini á, at vindmyllurnar eru so stórar og tungar, at tað er neyðugt at hava vegasamband til myllurnar fyri at seta tær upp. ?Í føroyum hava vit ongi amboð [...] møguleikar at útvega sær streym. ? Um so øll verkini í Danmark steðga, kunnu tey altíð fáa streym aðrastaðni frá. Tann møguleikan hava vit ikki í Føroyum. Vit hava bara tann streymin, vit sjálvi útvega okkum,
dagin við Sam. - Og børnini hava fingið møguleika at taka lut í ymiskum frítíðarvirksemi í Klaksvík á jøvnum føti við javnaldrar teirra har, greiddi Poulina frá. Livast má Í løtuni siglir strandfaraskipið [...] hesum, sum ætla sær at seta búgv í oynni - hvønn møguleika hava tey? Poulina vónaði, at fleiri grundøki fóru at verða klár í framtíðini, tí tað er lætt at búseta seg í oynni. Hinvegin eru møguleikarnir [...] politikararnar um at taka hetta við í raðfestingar teirra. Húsar: Eingin spenningur í eini sovibygd - Tað er neyðugt at hava virksemi á øllum útoyggjum. Eingin spenningur er í eini sovibygd, sigur Fríða Isaksen
fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at hundrað ár eru liðin síðan William Heinesen, mæti rithøvundur okkara, varð borð in í heim, er heitt á meg, vegna landsstýrið, at siga nøkur orð í hesum sambandi. Hetta [...] vit ? í víttfevnandi skaldaheimi hansara ? ikki hava givið okkum stundir til ella megnað at síggja allar teir marglittu lutir, ið skaldaverk Williams í veruleikanum eru samansett av. Eingin ivi er í, at [...] tann hátt hava tey eisini nomið kunnleika til hetta vakra landið úti í Atlantshavi, sum hann hevur lýst so væl í skaldskapi sínum. William Heinesen er ikki millum okkum longur; men verk hansara í skaldskapi
politisk avgerð í býráðnum er tikin um, at hann skal lata aftur og børnini flytast í nýggja dagstovnin, sum verður tikin í nýtslu í Søldarfirði seinni í summar. Tveir av dreingjunum hjá Súsannu hava gingið her [...] Súsanna fast. Sjáldsamt samanhald Súsanna Brekku og maðurin hava nú búð í Æðuvík í fimm ár. Og vit spyrja hana um fyrimunir og vansar við at búgva í eini bygd, ið liggur nakað langt frá alfaravegi. Fyrsti [...] Veruleikin er, at fólkatalið í bygdini ongatíð hevur verið størri enn tað sama: Í farna mánaði búðu 114 fólk í Æðuvík, - tvey fleiri enn í januar mánaði. So seint sum í 1995 var fólkatalið niðri á 65
sær. Hetta sæst eisini aftur í fíggjarlógar-uppskotinum - í hvørtfall í ávísan mun. Nógv eru málini, ið samgongan hevur sett sær fyri og fari eg ikki at nevna øll her, men í samband við, at fullveldiskósin [...] minni prísvøkstri og størri realløn. Ár 2003 verður talan um góðar 50 mió. kr. í skattalættum og ár 2004 verður talan um somu upphædd - harvið íalt 110-120 mió. kr. í skattalættum komandi tvey árini. Tað [...] Útreiðslur landsins eru øktar úr 2,6 mia. í 1997 uppí 3,6 mia. í 2003 - tvs. við 1 mia. kr seinastu árini. Vit nýta tí í dag so mikið nógvan pening pr. íbúgva - eisini í mun til grannalond okkara - at tað ikki
40 í ár, er tað helst at gera ov nógv av, at meta hansara málisteðg sum eitt úrslit av eini miðaldurskreppu. Men óansæð vísir núverandi framsýningin í Galerie Focus, at hann er aftur í málarínum í øllum [...] viðurskifti í ordan við Várharra, soleiðis, at ein kann doyggja í sælari vissu um at vera ein av teimum útvaldu, sum sleppur inn í Paradísið. Í nýggjari tíð hevur skølturin verið sera vælumtóktur innan pop [...] verið at sæð í onkrum av hansara myndum, men mest sum innirúm, ið hava verið karmur kring menniskju og dýr og ikki sum her, har bygningar hava høvuðsleiklutin. Báðar tvímyndir lýsa hús í sera nógvum og
Gerhard Lognberg stillar upp til annað val enn kommunuval. Men í kommunalpolitikki hevur hann aftur fyri drúgvar royndir. Síðan 1984 hevur hann sitið í bygdarráðnum í Skopun út í eitt. Tvær tær fyrstu seturnar [...] og nú borgarstjóri í Skopuna Kommunu. Til seinasta kommunuval fekk hann 110 persónligar atkvøður. Tað er umleið triðja hvør atkvøða, sum valrætt hevur í kommununi. Í ringastu tíð í bæði Skopunar og Føroya [...] heitti á meg um at stilla upp til val, sigur hann. Jógvan Adolf hevur umboðað okkum væl í fleiri ár, men er nú givin í politikki. Jú, borgarstjórin tók við áheitanini og játtaði at stilla upp til fólkatingsvalið
treytir, sum hava leitt liðið fram til dagsins støðu.Undanfarni venjarin Mikkjal Thomassen legði eitt dygt grundarlag, sum nú er bygt víðari á. Nevnd og leiðarar í felagnum hava í mong ár arbeitt hart [...] viðmerkjarunum í KVF týskvøldið vísti á, at tað er ein sterk mentan í KÍ-hópinum, og at henda mentan er ikki viknað hóast útskiftingar í hópinum. Annar viðmerkjari vísti á, at leikararnir hava loyvi at gera [...] og stemningurin var í topp. Molde legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og fleiri mundu hugsa, at hesaferð fór neyvan at bera til at endurtaka brøgdini, sum liðið framdi í Ungarn og Svøríki. Men