SEV brúkt milliónir uppá at kanna aðrar orkukeldu

?Sev ger nógv burturúr at kanna ymsar orkukeldur og tað er ikki av tilvild, at vit leggja dentin á vatnorku og motororku, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini hjá Sev

Orkuveiting

?SEV hevur ikki ligið sjóvarfallið av sær. Tvørturímóti hava vit brúkt milliónir uppá at kanna øðrvísi orkukeldur enn tær, vit nú hava.
Hans Tausen Olsen er formaður í Umboðsnevndini hjá SEV og hann er alt annað enn samdur við Kára Thomsen, formanni í Føroya Nattúru og Umhvørvisverndarfelag, sum seinastu tíðina fleiri ferðir hevur funnist at SEV fyri at hava start seg blint uppá vatnorku og oljuverkum, heldur enn at kanna aðrar orkukeldur, sum fara betri við umhvørvinum.

Kannað fyri milliónir
Hans Tausen Olsen sigur, at øll hesi seinastu nógvu árini hevur Sev brúkt einar 600-700.000 krónur um árið til at kanna øðrvísi orkukeldur við, bæði vindorku, brint,vatn og aðrar orku við.
Harumframt hevur Sev verkfrøðingar við útbúgvingum á økinum og onnur fólk í starvi, sum alla tíðina fylgja við og hava fingurin á pulsinum.
?Og niðurstøðan er, at í hvussu so er enn, liggja bæði brint, vindorka av týdningi og aðrar orkukeldur so langt frammi ítíðini, at tað hevði verið ómøguligt hjá Sev at lagt seg eftir tí.
?Uppgávan hjá Sev er at hava eina orkuveiting, sum altíð er 100% álítandi, tí tað ber ikki til, at vinnulív liggur við ongum streymi ella atspenningurin er ójavnur. Tí er tann heilt greiða niðurstøan enn tann, at tað skilabesta í Føroyum er at seta álitið á vatnorkuna og motorkrafverkini.

Vildu ikki levera
Formaðurin í umboðsráðnum førir fram, at tað eru ikki meiri enn tvey ár síðani, at Sev gjørdi avtalu við danska fyritøku um at levera eina vindmyllu.
?Men tá ið tað kom til stykkis, vildi fyritøkan ikki lata okkum fáa mylluna, tí teir stúrdu fyri, at hon fór ikki at at klára føroyska veðurlagið og at teir tí fóru at koma sær í ringt orð.
Hans Tausen Olsen vísir eisini á, at vindmyllurnar eru so stórar og tungar, at tað er neyðugt at hava vegasamband til myllurnar fyri at seta tær upp.
?Í føroyum hava vit ongi amboð at seta eina slíka myllu upp við.Táið vit skuldu fáa mylluna fyri tveimum árum síðani, var bara ein krani í øllum ríkinum, sum orkaði at lyfta eina myllu so høgt upp sum kravdust og tá var avtala gjørd um at fáa hendan kranan til Føroyar.
? At at tosa um at seta myllur upp í Fugloy og á Borðuni í Nólsoy, ella aðrastaðni, har ongin vegur er, er ikki sakligt, sigur Hans Tausen Olsen.
Hann leggur afturat, at netið hjá Sev tolir ikki meiri enn seks megawatt, so skulu vit hava vindorku, sum krevur, at nógv meiri skal leggjast út á netið, skal tað byggjast rættiliga nógv út.
?Alt hetta kostar óhugnaligar upphæddir og tí er vindorka av týdningi ikki upp á tal í løtuni.
Hann sigur eisini, at tað er veruleikafjart at tosa um aðrar orkukeldur sum nakað álítandi, tí hóast royndir verða gjørdar við brinti og øðrum, er hetta orkukeldur, sum liggja langt, langtframmi í tíðini.
Hann sigur eisini, at tað er ein spurningr um, antin vit eru sinnað til at avtakla ein stóran part av landslagnum við vindmyllum, tí vakrar eru tær ikki. og tað er eisini at skemma natúruna.
Hinvegin heldur hann ikki, at Vatnorkan hevur nakra serliga ávirka á umhvørvið.
? Tað er rætt, at vatn verður tikið úr áunum. Men eru tær ov turrar? Tað, eg havi fingið at vita frá teimum, sum fáast við seyð, er at har Sev hevur vatnorku, eru hagarnir er blivnir nógv betri, tí teir eru blivnir turrari.
?Tað doyggja nøkur síl á vegnum, men spurningurin er, um tað er ov høgur prísur at gjalda fyri at fáa vatnorkuna, sum annars er púra rein og óskaðilig fyri umhvørvið, sigur Hans Tausen Olsen.
Hann vísir eisini á, at flest øll onnur lond av fleiri møguleikar at útvega sær streym.
? Um so øll verkini í Danmark steðga, kunnu tey altíð fáa streym aðrastaðni frá. Tann møguleikan hava vit ikki í Føroyum. Vit hava bara tann streymin, vit sjálvi útvega okkum, tí má talan verða um heilt álítandi streym. Vit hava ikki ráð at trilva okkum fram við skipanum, sum enn eru meiri ella minni á royndarstigi, sigur Hans Tausen Olsen.

Demokratiskt og opið
Hans Tausen Olsen sigur, at Sev er ein tann mest demokratiski felagsskapur í landinum.
? Tað eru kommunurnar, sum eiga Sev og hvør einasta kommuna er umboðað í umboðsráðnum við einum umboðið fyri hvørji 1.000 fólk, so at ein kommuna við 15 fólkum hevur eitt umboð, ein kommuna við 1.100 fólkum hevur tvey umboð og ein kommuna við 2.100 fólkum hevur trý umboð o.s.fr.
Umboðsráðið er hægsta vald í Sev og hava rætt at leggja mál fram til viðgerðar. Umboðsnevndin velur eitt stýrið, sum stendur fyri dagliga rakstrinum saman við stjóranum, undir ábyrgd fyri umboðsráðnum. Umboðsráðið velur eisini ein formann, sum er við á øllum fundum í stýrinum og annars er við í øllum, sum fer fram í Sev.
? Tað er eisini umboðsnevndin, sum góðkennir fíggjar- og rakstraætlanirnar hjá Sev.
Hans Tausen Olsen sigur, at tí er umboðsráðið fult út kunnað um alt, sum fer fram í Sev.
Hann sigur, at bæði Tryggingin og Føroya Sparikassi eru síðani farin yvir til somu skipan sum Sev við stýri og umboðsnevnd fyri at fremja opinleikan í stovnunum.
Fyri at gera Sev enn meiri opið, hevur leiðslan einaferð um árið ferðast út í hvørt økið í landinum at kunna umboðsmenninar um tær kanningar og verkætlanir, sum eru frammi, so at teir fáa høvi at spyrja og at koma við viðmerkingum.
Harafturat er ein skúlastova í umsitingarhúsinum hjá Sev í Havn, har skúlaflokkar, og onnur, kunnu koma at fáa upplýsingar um Sev.

Fyri afturlætnum hurðum
HansTausen Olsen sigur, at higartil er tað støðan hjá umboðsnevndini hvat tað støðu, at fundirnir í umboðsnevndini hjá Sev skulu vera fyri afturlætnum hurðum.
?Hetta er eitt mál, sum umboðsnevndin sjálv avgerð.
Hans Tausen Olsen sigur, at fyri seks árum síðani varð uppskotframmi um at fundirnir skuldu vera almennir, men tað var greiður meiriluti ímóti tí.
?Meirilutin av umboðsnevndini helt, at Sev var so opin og demokratiskur felagsskapur frammanundan við tað, at allar kommunur hava umboð. Sami meiriluti helt, at verða fundirnir almennir, er eisini vandi fyri, at limir í umboðsnevndini fara at aftra seg við at føra síni sjónarmið fram.
Men nú er so aftur uppskot lagt fram um at fundirnir skulu vera almennir og tað kemur til viðgerðar á næsta fundi í nevndini.