Verkini eru enn frísk og djørv

Røða, ið Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, helt í sambandi við 100-ára dag William Heinesens

15.01.200)

Nú skipað verður fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at hundrað ár eru liðin síðan William Heinesen, mæti rithøvundur okkara, varð borð

in í heim, er heitt á meg, vegna landsstýrið, at siga nøkur orð í hesum sambandi. Hetta geri eg fegin og takki samstundis fyri tann heiður, mær við hesum er sýndur.

Sum rithøvundur hevur William Heinesen eina serstøðu í bókaheimi okkara. Hann hevur lagað ein prýðiligan varða av bókmentum, skaldsøgum, yrkingum og greinum, sum vit føroyingar eru sera takksamir fyri.

William hevði tey stóru skaldsligu evni, at hann við penni sínum megnaði at greiða og lýsa fyri okkum hendingar og fólk, tíðarrák og umhvørvi á so greiðan og hugtakandi hátt, at hesi gerast livandi og skiljandi í hugaheimi okkara og gerast partur av tilvitan okkara um tey evni, ið høvdu mestan týdning og áhuga í skaldskapi Williams.

Sagt hevur verið, at í skaldskapi sínum hevur William granskað teir innastu streingirnar í sálarlívinum á fólki og funnið fram og víst á evni og fyribrigdi, sum skapa múruna í okkum, gott og ilt, gaman og álvara og hvørt av sínum.

Um hetta hevur William sjálvur sagt, at hann, tá hann skrivaði, altíð hevði livandi fyrimyndir fyri eyga; men tó ikki á tann hátt, at hann einvegis lýsti ella avdúkaði einstakar persónar. Heldur var tað so, at hann tók eginleikar frá mongum fólkum, ella fyrimyndum, og setti teir saman til ein skaldsøgupersón. Og í veruleikanum var tað so, legði William afturat, at í seinasta enda var tað ofta seg sjálvan, tað djúptøkna skaldið lýsti.

Í sambandi við umrøðu av tílíkum viðurskiftum hevur William endurgivið kendu orð Ibsens: »At digte er at holde dommedag over sig selv«. Hesi orð eru ikki innantómt tos, tí veruligt skald er ikki bert eygleiðari, sálarfrøðingur ella mannakennari; men alt tað, tú hevur fingið innlit í og kunnleika til, stavar í seinasta enda frá sjálvum tær. Sagt á annan hátt: eisini teir ódámligu persónarnir í skaldaverkum tínum hevur tú frá sjálvum tær.

Tí ber eisini til at siga um William, at hann er so reinførur í lýsingum sínum, at hann sigur okkum júst tað, sum hann sær og skilir ? uttan at fríðka ella lýta aðaleyðkennini við tí, hann viðgerð og skrivar um. Hetta er galdandi, bæði tá hann lýsir einstakar persónar, bólkar ella eitt nú føroyingar í størri høpi, og hetta gerast vit varug við, tá vit ferð eftir ferð taka fram av hillunum bøkur hansara og lesa okkum av framúrskarandi frásøguhátti og persónslýsingum hansara. Tí hvørja ferð, vit gera hetta, finna vit evni, sum kennast nýggj fyri okkum, tí vit ? í víttfevnandi skaldaheimi hansara ? ikki hava givið okkum stundir til ella megnað at síggja allar teir marglittu lutir, ið skaldaverk Williams í veruleikanum eru samansett av.

Eingin ivi er í, at ikki bert vit, sum nú liva og í stóran mun eru samtíðarfólk Williams, lesa verk hansara og fegnast um tey, men at eisini komandi ættarliðini fara at ogna sær bøkur hansara. Verk hansara fara at hava varandi týdning, og lív og avrik hansara fara tí at gagna fólki og landi ikki bert nú, men eisini í komandi tíðum. Long tíð er longu liðin, síðani bøkur eftir William Heinesen vórðu umsettar til fremmand mál og gjørdust partur av teimum miklu og tíðandi bókamentadýrgripum, ið eru vorðnar til í mentanarøki vesturheimsins.

Ofta er so, at stórur listamaður er gávaður við fjølbroyttum listarligum evnum. William Heinesen er dømi um mann, ið hevði fleiri streingir á hørpu síni, og tá hann leikar á teir, verða vit drigin inn í heim hansara, har listaligi boðskapur hansara kann verða givin okkum eins væl í orðlist, tónlist og í málningalist.

Um hetta seinasta kann verða sagt, at málningar, tekningar og pappírsklipp Williams hava teirra egna stíl ? motivini eru altíð føroysk, og við teimum hevur hann millum annað víst okkum, hvussu stóran tokka hann hevði til tann partin av mentararvi okkara, sum nevndur verður skaldskapur av manna munni.

Eitt nú kemur hetta fram, tá William myndar huldufólk, vættrar, trøll og onnur sagnarfólk og sagnmenni, sum búleikast í føroysku náttúruni. Ofta síggja vit náttúruna lýsta í ævintýradæmi og í litum, sum ljósir, kámir, daprir ella sterkir skapa júst tað huglag, sum sermerkir einstøku myndina ? um hon so er um dreingin, sum bangin skundar sær heim í skýmingini, har hvør steinur tykist honum hava fingið andlit og óhugnaverur tykjast hótta hann, ella um ástarparið, ið vónríkt fylgist gjøgnum tjúkt grønt og sevjuríkt gras ta fjálgu summarnáttina í vissu um, at vónrík framtíð liggur fyri teimum.

Í listaheimi Williams tykjast mannakor, tilvera, ævintýrheimur, tað ítøkiliga og tað úrtøkiliga at ganga saman inn í størri heildarhøpi, ið spreingir mørkini fyri tíð, rúmd og stað, og hugflogið reikar ótálmað.

Saman við tónlistini, ið hevði so stóran týdning fyri William alt lívið, og sum hann íðkaði við so miklum áhuga og hegni, myndaðu bókmentirnar og myndlistin tann stóra listamannin og humanistin William Heinesen, sum er kendur so víða um lond, og sum so mong kring heimin heva tikið til sín og virða. Hesi fólk vita, hvaðan William er, og á tann hátt hava tey eisini nomið kunnleika til hetta vakra landið úti í Atlantshavi, sum hann hevur lýst so væl í skaldskapi sínum.

William Heinesen er ikki millum okkum longur; men verk hansara í skaldskapi, tónleiki og málningalist eru enn líka frísk, djørv og sonn. Vit virða minnið um tann mannin, sum gav okkum so nógv, sum kravt var so nógv av, og sum hevði so ríkar gávur, at hann fram um aðrar við list síni lýsti fyri okkum bæði tað álvarsama og tað skemtiliga ? eins væl og tað hugtakandi vakra í tilveru einstaka menniskjans bæði sum einstøk vera og í samfelagi við onnur.

At enda fari eg at takka øllum tykkum, sum hava skipað fyri hesum stórfingna tiltaki til minnis um Williams Heinesen á 100-ára degi hansara, samstundis sum eg lýsi hesa framsýning at vera setta.