Valevni
Skopun: Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, metir uppstillingina til fólkatingsvalið at vera eina lopfjøl til at gerast valevni til løgtingsvalið komandi. Hann dylur ikki fyri, at hann ætlar sær á Løgting.
?Sandoyggin hevur brúk fyri breiðari umboðan á Løgtingi, sigur skopuningurin, sum er hálvur heimasandsmaður, og leggur eina við, at hann ætlar at umboða alt valdømið, sum eisini umfatar Skúvoy og Dímun, um tað kemur so langt, at hann gerst løgtingsmaður eftir eitt komandi løgtingsval.
Tá hann verður spurdur um eitt ítøkiligt dømi, hann heldur, hevði komið valdøminum til góðar, ivast hann ikki í, at loyvi eigur at verða givið til aling á Sandsvág. Tað er ikki rætt at tengja tað málið saman við lívfiskastøðini í Skopun, heldur hann, tí tey bæði støðini liggja so fjart hvørt frá øðrum, at har skuldi ikki borið til at ført sjúku ímillum, um ræt veðrur atborið.
Gerhard Lognberg er 51 ára gamal. Skopuningur um ein háls, hóast mamman var heiman av Sandi, greiðir hann frá.
Vit sita inni á kommunuskrivstovuni í Skopun. Kaffi og rundstykki eru á borðinum, og uttan fyri hoyrist vindur, meðan regnið dýkir á rútin.
Teistin hevur júst ført okkum um Fjørðin. Hetta frálíka skipið, sum borgarstjórin er sera glaður fyri, men einki hevur ímóti at skifta út kortini.
?Við ein undirsjóvartunnil, tá tann tíð kemur, sigur hann, og leggur dent á, at tað væl letur seg gera tekniskt við einum tunnli undir Skopunarfirði. Hann hevur kannað tað, sigur Gerhard Lognberg.
Áhugi
Tað er av politiskum áhuga, at hann hevur latið seg stillað upp til fólkatingsvali, greiðir Gerhard Lognberg frá.
?Tað var Jógvan Adolf Johannesen, sum heitti á meg um at stilla upp til val, sigur hann. Jógvan Adolf hevur umboðað okkum væl í fleiri ár, men er nú givin í politikki.
Jú, borgarstjórin tók við áheitanini og játtaði at stilla upp til fólkatingsvalið, hóast hann heilt realistiskt heldur, at løgtingsvalið verður tað meira áhugaverda.
Men eitt fólkatingsval er avgjørt eitt gott høvi at síggja, hvussu ein flýtur, sigur hann.
Hetta er fyrstu ferð, Gerhard Lognberg stillar upp til annað val enn kommunuval. Men í kommunalpolitikki hevur hann aftur fyri drúgvar royndir.
Síðan 1984 hevur hann sitið í bygdarráðnum í Skopun út í eitt. Tvær tær fyrstu seturnar var hann næstformaður og hevur síðan 1992 verið bygdarráðsformaður og nú borgarstjóri í Skopuna Kommunu. Til seinasta kommunuval fekk hann 110 persónligar atkvøður. Tað er umleið triðja hvør atkvøða, sum valrætt hevur í kommununi.
Í ringastu tíð í bæði Skopunar og Føroya søgu hevur hann staðið á odda fyri kommununi, sum var fyri einum øgiligum vambakasti, tá kreppan rakti, men sum nú er á veg upp aftur við fullari ferð.
?Tær royndar, sum gjørdar eru í kommunalpolitikki hesi árini, eiga at koma til góðar, tá ein ætlar sær upp í landspolitikk, sigur Gerhard Lognberg.
Flakavirkið
?Tað var púra rætt av okkum at forða fyri, at Føroya Fiskavirking fekk nakað sum helst út av flakavirkinum í síni tíð. Vit vóru teir fyrstu, og seinni fylgdu fleiri eftir, minnir Gerhard Lognberg á.
At skopuningar slóu garð um flakavirkið og blokerðau allar dyr, var uttan iva beinleiðis orsøkin til, at tað yvirhøvur verður arbeitt á virkinum í dag, sigur borgarstjórin.
?Alt, sum inni var av virði, hevði helst verið flutt til onnur virki hjá Føroya Fiskavirking, og vit høvdu staðið eftir við eini ruin, sum eingin hevði verið áhugaður í.
Men vit fingu gjørt tað so, at ikki so frægt sum telefaxið fór úr húsinum, og tað gjørdi so aftur, at teir, sum nú leiga virkið, dugdu at síggja møguleikar í at fá tað í gongd aftur. Nú gongur tað væl og gevur nógv arbeiði í bygdini.
?Tað var ein púra røtt avgerð, sum vit nú fáa ágóðan av, sigur Gerhard Lognberg.
Tó ásannar hann, at væntandi barnaansingarmøguleikarnir í Skopun kanska hava virkað nakað darvandi fyri, at fólk flyta aftur í sama mun, sum tey fluttu burtur.
Men tann trupulleikan er kommunan nú í ferð við at loysa, nú ein nýggjur ansingarstovnur, sum hýsir bæði vøggustovu og barnagarði, verður bygdur í Skopun.
Tunnil og havn
Gerhard Lognberg dylur iki fyri, at hann vil hava undirsjóvartunnil undir Skopunarfjørð.
Tað letur seg gera tekniskt og fer at hava øgiligan framburð við sær fyri oynna sum heild, sigur hann.
At tað kan fara at gera, at tann nógv umrødda Skopunar Havn ongantíð fer at verða liðug, tí peningajáttanin fellur burtur, tá eingin ferjulega verður har, væntar hann ikki fer at verða tann stóra vanlukan.
?Teir fyrimunir, sum ein undirdjóvartunnil fer at geva oynni, viga ríkiliga upp í móti tí, sum havnin møguliga missir, er borgarstjórin í Skopun sannførdur um.
Men skúyvoyingar skulu hava eina nýtiliga havn, um lív skal vera lagað har úti, heldur Gerhard Lognberg fram.
Bátahylurin, sum gjørdur er í Skúvoy, er ikki nóg væl frágingin. Í grundini er talan um byggisjusk, vilja skúvoyingar vera við. Teir halda, at teir hava fingið eina havn, sum er meira enn ein metur grynnri enn tann, teir hava goldið fyri.
?Júst tær teknisku umstøðurnar kenni eg ikki so nágreiniliga, men eg havi sjálvur sæð og upplivað, at havnarviðurskiftini í Skúvoy eru ikki í lagi, sigur Gerhard Lognberg.
Hóast Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins, hevur sínar avgjørdu hugsanir um, hvørjum hann vil arbeiða fyri, um hann gerst landspolitikari fyri Sandoynna, sum hann ætlar, er hann so mikið realistiskur, at hann veit, at heilt so lætt verður tað kortini ikki.
?Politikkur er at gera semjur, og teimum fari eg at arbeiða miðvíst fram í móti, sigur hann. Tí tað er við semjum, at úrslitini fáast. Ikki við samanbrestum.