Minnismæta frásøgukvinnan

8. november: Henda dag í 1755 var tann køna týska frásøgukvinnan Dorothea Viehmann (gentunavn Pierson) fødd í Rengershausen.

Hon sigst vera ein av teimum bestu keldunum til ævintýr og søgur, sum brøðurnir Grimm systematiskt  savnaðu saman í øllum Týsklandi. 

Hon var dóttir ein krógvavert, sum helst eisini hevur havt forteljara-talent. 

Dorothea  hevði eitt óvanliga gott minni og hevur helst sitið undir orðinum hvørja ferð, bæði kyldfólk  og vitjandi gestir fortaldu alskyns søgur og ævintýr. 

Forfedrar hennara vóru upprunaliga franskir huguenottar, sum noyddust at flýggja til Hessen í Týsklandi  undan religiøsum forfylgilsi. 

Hon hevur tí bæði kunnað oyst t úr týskum og fronskum "littererum" keldum.

í 1777 gifti hon seg við skræddaranum  Nikolaus Viehmann  og flytti við honum til býin Kassel, har tey fingu 7 børn. 

Maður hennara var hugtikin, tá ið hon fortaldi sínum børnum um bæði  trøll  og huldufólk.

Tað sigst, at skaldið  Johann Wolfgang Goethe skuldi vera ein fjarur skyldmaður hjá Dorotheu.

Í árinum 1813 hittu brøðurnir Grimm fyrstu ferð ta søgukønu Dorotheu Viehmann. 

Tað sigst, at teir skrivaðu meira enn 40 ævintýr niður beinleiðis eftir hennara frásøgn. 

Tann eini bróðurin Grimm, sum æt Wilhelm skrivar orðaraðið  um Dorotheu: 

  „Einer jener guten Zufälle aber war es, daß wir aus dem bei Cassel gelegenen Dorfe Nieder-Zwehrn eine Bäuerin kennen lernten, die uns die meisten und schönsten Märchen des zweiten Bandes erzählte. Diese Frau, Namens Viehmännin, war noch rüstig, und nicht viel über fünfzig Jahre alt. […] Sie bewahrte die alten Sagen fest im Gedächtniß“. 

Serliga hugtiknir vóru brøðurnir av, at hon alsamt kundi fortelja øll ævintýrini ferð eftir ferð  við stórt sæð identiskum orðavali. 

Tað kravdi koncentratión og  eitt heilt sjáldsamt fotografiskt  minni.

Dorothea Viehmann doyði  í 1815,