- Ferjulegan er eitt sera hent tiltak. Vit eru sera takksom fyri hana, sigur Poulina Eliasen av Syðradali.
Fyri tveimum árum síðani fingu kalsoyingar gott og økt samband til Klaksvíkar, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu.
Henda hevur verið til stórt gagn fyri kalsoyingar og hevur veruliga skapt líkindi fyri vinnuligum virksemi í oynni.
Fyri kalsoyingar er tað kortini ikki nóg mikið at júst teir hava fingið so gott samband. Teir ynskja tað sama fyri hinar útoyggjarnar eisini.
- Gott ferðasamband er líka neyðugt fyri hinar útoyggjarnar, sum tað er fyri okkum.
- Uttan hetta, er lætt hjá fólki at missa mótið, og so er fylgjan hon, at tey flyta av oynni, sigur Poulina.
Hon er sjálv ein teirra sum ger nógv brúk av møguleikanum at koma aftur og fram millum heim og arbeiðið sítt sum undirvísari í handaligum arbeiðum.
Fortreytir fyri menning
Á stevnuni nýtti Poulina høvið at vísa á gongdina í heimbygdini.
Syðradalur fekk fyri tveimum árum síðani eina góða ferjulegu, har regluligt samband er við bilferju til Klaksvík og soleiðis til meginøkið.
Fólkatalið í heimbygd hennara er kortini ikki vaksið tey seinastu árini, - heldur ikki sum ein avleiðing av bøttu samferðsluni. Í dag búgva sostatt bert sjey fólk í bygdini, móti 14 fyri seks árum síðani.
Hesin veruleikin kundi tó einki taka frá takkseminum hjá fólkinum í bygdini og í oynni fyri ta hentu ferjuleguna.
- Fortreytirnar fyri eini menning eru skaptar. Nú kunnu bæði ferðafólk og bilar koma aftur og fram fleiri ferðir um dagin við Sam.
- Og børnini hava fingið møguleika at taka lut í ymiskum frítíðarvirksemi í Klaksvík á jøvnum føti við javnaldrar teirra har, greiddi Poulina frá.
Livast má
Í løtuni siglir strandfaraskipið Sam sjey ferðir um dagin í Kalsoynna, og hetta ger eisini sítt til at nógv fólk kemur higar.
Nógv teirra eru vitjandi, sum stutt eftir fara avstað aftur, meðan onnur hava hug at verða verandi. Hvussu við hesum, sum ætla sær at seta búgv í oynni - hvønn møguleika hava tey?
Poulina vónaði, at fleiri grundøki fóru at verða klár í framtíðini, tí tað er lætt at búseta seg í oynni.
Hinvegin eru møguleikarnir at búseta seg ikki einans tað, sum alt snýr seg um:
- Ein skal eisini liva, sum Poulina tók til.
Hon heitti á politikararnar um at taka hetta við í raðfestingar teirra.
Húsar: Eingin spenningur í eini sovibygd
- Tað er neyðugt at hava virksemi á øllum útoyggjum. Eingin spenningur er í eini sovibygd, sigur Fríða Isaksen á Húsum.
Fyri henni er eingin ivi um, at virksemi má vera í bygdunum. Her eiga allar positivar kreftir at stuðla uppundir, kom fram á fundinum hjá Útoyggjafelagnum.
- Í 1985 stóð ikki væl til á Húsum. Bygdin stóð á fallandi fóti, greiddi Fríða frá.
Hetta árið búðu einans 38 fólk í bygdini. Tað ringasta var kortini tað, at fá útlit vóru fyri at bygdini varð lív lagað:
Eitt var, at har var einki barn í skúlaaldri. Tað ringasta mundi kortini vera tað, at heldur einki barn var undir skúlaaldur!
Í dag er støðan broytt munandi: Í februar búðu 53 fólk í bygdini, harav 22 teirra eru undir 20 ár.
- Nú sær ljósari út, staðfesti Fríða.
Høvuðsorsøkin til hetta var uttan iva hon, at vinnuligt virksemi tók seg upp í Knívsdali, ið liggur millum Húsar og Syðradal. Í dag er framvegis vinnuligt virksemi í økinum.
Livast má
Fríða Isaksen staðfesti, at nógv av arbeiðunum í oynni eru mannfólkaarbeiði.
- Vit mangla arbeiði til kvinnur, segði hon, og vísti á tørvin á einum sambýli í oynni.
Á henda hátt kundu tey eldru verðið so nær sínum egnu og heimstaðnum sum gjørligt, samstundis sum arbeiðspláss vórðu skapt.
Hon vísti á, at við betraðu samferðslumøguleikunum hvurvu nøkur almenn starvsfólk til meginøkið.
Hetta fekk Fríðu at seta fram spurningin til áhoyrararnar: - Hvat er lættari: At flyta arbeiðsmegina av oynni, ella at flyta alt til oynna?!
- Neyðugt er ikki bert at skapa umstøður hjá fólki at búseta seg. Ein má eisini kunna liva í oynni, segði Fríða.
Møta múrum
Nakað av virksemi er í oynni, og í summar fer at koma enn meiri ferð á. Tá fer nevniliga ein ferðavinnubátur, sum er heimahoyrandi á Húsum, at sigla við ferðafólki kring oyggjarnar.
- Vit hava eisini brúk fyri eini matstovu, tí nógv fólk kemur í oynna. Ætlan um eina slíka hevur verið frammi, men varð steðgað orsakað av vantandi fígging, segði Fríða.
Hesin trupulleikin er ikki ókendur á øðrum útoyggjum. Tað vísir seg at vera trupult hjá teimum játtandi myndugleikunum at trúgva uppá, at nakað ber til á útoyggj.
- Tað er sum um vinnufús fólk á útoyggj møta múrum allatíðina. Fáa tey nóg ofta at hoyra, at tað ber ikki til, er so skjótt at tey kunnu missa mótið.
- Ein átti heldur at skipa ein grunn, sum kundi veitt slíkum fólkum lagalig lán.
Mikladalur: Spennandi ætlan um eitt smáttuland
Í Mikladali er ætlanin at byggja smáttur, spælipláss og annað sum hoyrir við til ein sannan frítíðardepil.
- Bæði føroyingar og útlendingar ynskja fleiri upplivingar tá teir ferðast. Hesar upplivingar kunnu vit veita teimum, sigur Eyðun Eliasen, sum legði hesa ætlanina fram.
Henda spennandi ætlanin varð løgd fram á stevnuni hjá Útoyggjafelagnum: At gera ein frítíðardepil við smáttum, campingplássi, bygdasavni og øðrum tilhoyri í Mikladali.
Sambært henni ætlar hann at leggja henda depilin á einum 20.000 fermetra stórum øki, sum hann sjálvur eigur í bygdini.
- Her kundi verið skeiðvirksemi og møguleikar fyri útferðum gjørdar fyri føroyingar og útlendingar.
- Smáplássini eru meiri verd enn hvat vit geva okkum far um. Ferðafólk ynskja fleiri tilboð, og her verður so møguleiki fyri einum slíkum, sigur Eyðun Eliasen.










