Kinna Poulsen
-----
Í eina tíð hevur listamaðurin Hanni Bjartalíð als ikki málað. Í staðin hevur hann bygt smá modelhús, sum eru listarliga hugsað, men sum hann sjálvur sigur “um ikki annað altíð kunnu brúkast sum leikutoy hjá soninum”. Tó at Hanni Bjartalíð fyllir 40 í ár, er tað helst at gera ov nógv av, at meta hansara málisteðg sum eitt úrslit av eini miðaldurskreppu. Men óansæð vísir núverandi framsýningin í Galerie Focus, at hann er aftur í málarínum í øllum góðum við endurnýggjaðum myndamáli.
At minnast deyðan
Menniskjaskøltar hómast í mongum myndum frá barokktíðini, har teir lýsa í myrkrinum sum ein memento mori áminning um, at jarðarlívið er avmarkað, meðan ævinleikin er langur. Umráðandi er tessvegna at hava øll viðurskifti í ordan við Várharra, soleiðis, at ein kann doyggja í sælari vissu um at vera ein av teimum útvaldu, sum sleppur inn í Paradísið. Í nýggjari tíð hevur skølturin verið sera vælumtóktur innan poppmentanina, innan eitt nú teknirøðir og heavy metal tónleik og grundin til tess liggur helst í sterka og einfalda symbolvirðinum, sum skølturin hevur. Enski listamaðurin Damien Hirst (1965) tykist fullgreiður yvir hesar týdningar og hjátýdningar í verkinum “For the Love of God” (2007), sum er ein avstoyping av mannaskølti í fullari stødd úr hvítagulli, ið er steinsettur við 8601 lýtaleysum diamantum. Verkið samskiftir við fortíð og nútíð við, at tað bæði er eitt siðbundið memento mori, samstundis sum tað í sínum vulgera, kostnaðarmikla vakurleika er ein popput sensatión. Skøltarnir hjá Hanna Bjartalíð í Galerie Focus tykjast hvørki moralskir ella sentimentalir, heldur má sigast, at onkur teirra hevur eitt heldur enn ikki gemytligt yvirbrá.
Grunnur, glaður skalli
Skallamyndin, sum er nummar 28 í myndaskránni, er serliga áhugaverd. Allir skøltar síggja út til at grína, men hetta smílið sýnist veruliga útspekulerað. Eygnaholurnar, sum vanliga eru djúpar, myrkar og tómar, minna í hesum førinum mest um eitt par av ræðuliga smartum sólbrillum. Men mest av øllum eru tað litir, formar og bygnaður, ið gera myndina áhugaverda. Skallin er settur mitt á, eitt sindur ovaliga á løriftið oman á eina stríputa grund, sum úr erva er ljósagrøn, gul og blá. Skølturin sjálvur er reyður og hvítur við eitt sindur av gráum og brúnum. Sjálvt skapið av skøltinum er undirstrikað av eini tjúkkari svartari umhvarvsstriku. Litirnir, sum tú nokkso skjótt varnast, tykjast liggja í forgrundini og mynda eina litsamanseting, sum tú kennir aftur: reytt, blátt og hvítt. Tilsipingin til Merkið tykist herliga undirspæld sum um litir og myndevni eru vald eitt sindur av tilvild og tí skallaskapið er grafiskt vakurt og litirnir áhugaverdir.
Endurnýggjan
Á framsýningini eru tvær tvímyndir (diptykon), sum umboða nakað nýtt bæði í verki Hanna Bjartalíðs og í føroyskari myndlist sum heild. Myndevnið er áðurnevndu modelhús, sum Hanni Bjartalíð límar og setir saman. Myndirnar eru heilt øðrvísi enn tað, vit higartil hava sæð frá Bjartalíð, sum ofta hevur havt livandi verur sum myndevni. Arkitekturur hevur verið at sæð í onkrum av hansara myndum, men mest sum innirúm, ið hava verið karmur kring menniskju og dýr og ikki sum her, har bygningar hava høvuðsleiklutin. Báðar tvímyndir lýsa hús í sera nógvum og ymiskum litum, grundlitum, sekunderum litum, grátónalitum osfr. Myndevnið hús, bygdarløg og býarpartar hava mong føroysk listafólk málað, t.d. Hans Hansen og Steffan Danielsen og teirra myndir minna í báðum førum eisini eitt lítið sindur um hesar myndirnar. Tvímyndirnar hjá Hanna Bjartalíð tykjast tó meira konseptuellar og hugsaðar, enn vit hava verið von við áður, samstundis sum tær á onkran hátt tykjast ótrúliga kenslubornar. Í intensiteti og barnsligari nærveru minna tær um myndirnar hjá amerikansku listakvinnuni Danu Schutz (1976) og hennara fiktivu hugflogsheimum.
Óhugni
Í myndini vinstrumegin tykjast avmyndaðu húsini blakað niður á myndflatuna. Tey standa hervið skeivt, eins og partur av teimum eru skorin av í hæddini. Eitt sindur av einum gráum túni sæst fremst í forgrundini. Aftanfyri húsini er ein laðaður garður og ein ljósabláur flati, ið kundi avmyndað himmal og skýggj. Í grundini er tað ringt at orða neyvt júst hvaðani sterka úttrykkið kemur frá. Tí hóast litirnir eru mangir og glaðir, er samlaða úttrykkið óhugnaligt. Litirnir eru næstan vamlisliga nógvir, eins og avskeringin og staðsetingin av myndastaklutunum tykist løgin og hættislig við denti á tað klaustrofobiska. Á sama hátt sum í framúrskarandi myndum Steffan Danielsens er okkurt heldur óhugnaligt við hesum manntómu húsunum við teim mongu gluggunum, sum vit ikki síggja inn í. Men í mun til myndirnar hjá Steffani Danielsen er eingin mimetisk ætlan við hesum myndunum. Mann kann næstan siga tað øvugta, at listamaðurin av øllum alvi við málingablettum og ófantaligum pensilsstrokum hevur lagt dent, á, at hetta er eitt málað listaverk, sum upp á allar mátar er óektað.
Størri!
Hesar fýra myndirnar eru í veruleikanum alla framsýningina verdar, men tær høvdu ivaleyst ikki verið minni hugtakandi, um formatið var nógv størri og monumentalari. Her skal tó sigast beinanvegin, at grundin til at allar myndirnar á framsýningini eru nokkso smáar, helst er, at tær eru hugsaðar til Galerie Focus, har tær eisini hanga sera væl. Her hanga eisini nakrar óhugnaligar maskumyndir, ið líkjast teimum, Bjartalíð hevði við á Várframsýningini fyri nøkrum árum síðani. Á framsýningini hongur eisini tann áhugaverda og eitt sindur mystiska myndin “Húsaskapilsi” og so aðrar, sum eru meira typiskar fyri Hanna Bjartalíð við frukttekningum og smáum at síggja til barnsligum figurum, ið eru málaðir tilvitað primitivt á eina nokkso tjúkt málaða grund. Hanni Bjartalíð er ein av teimum áugaverdu listafólkunum úr yngra ættarliðnum, sum nú altso er væl og virðiliga tilkomið. Við nýggju myndunum vísir hann seg føran fyri at bróta upp úr nýggjum og tað fegnast vit um. Framsýningin í Galerie Focus er opin inntil 10.apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Sí HYPERLINK "http://www.galeriefocus.fo" www.galeriefocus.fo