Toftamenn vunnu á Tórsvølli

HB rakti tríggjar ferðir stólpan í seinna hálvleiki, tá ið Dabo rann frá verjuni og skoraði sigursmálið

B68 hevur í kvøld vunnið 2-1 á Tórsvølli ímóti HB. Støðutalvan kundi bent á, at hetta er eitt av mest óvæntaðu úrslitunum í ár, og soleiðis var tað.

 

Men tá ið hinir báðir dystirnir fyrr í ár millum B68 og HB vera havdir í huga, so var tað kanska ikki heilt so óvæntað. Báðir dystirnir vóru á Svangaskarði. Tann fyrri endaði 1-1, og tann seinni endaði við 1-0 HB sigri.

 

Sigurin ber við sær, at B68 av álvara styrkir  um sína støðu í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Fríggjadagin vann B68 trý stig á skrivaraborðinum, og í kvøld vunnu toftamenn eftir framúr liðavrik 2-1 ímóti favorittunum í HB.

 

B68 er nú á sætta plássi við 24 stigum, og tað er eitt stig aftur til 07 Vestur og trý stig aftur til NSÍ og AB.

 

HB hevði bóltin størsta partin av tíðini, og HB átti flestu málmøguleikarnar, men tað gekk sera striltið hjá heimafavorittunum at skora. Esmar P. Clementsen legði B68 á odda, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Uppspælið var í høgru, og ein annar av røsku miðvallarunum Gilli Samuelsen átti uppleggið.

 

-Vit høvdu flutt Gilla fram á sentrala miðvallarplássið fyri at fáa nyttu úr ferðini, og tað vísti seg at vera eitt gott hugskot. Í seinna hálvleiki vóru vit ov strongdir. Tá sparkaðu vit ov nógv og spældu ov lítið, men vit vóru støðugt undir stórum trýsti. Vit kunnu ikki annað enn rósa okkara monnum fyri at skora tvey mál og vinna ímóti einum góðum HB liði. Teimum eri eg stoltur av. Vit hava spælt fleiri tættar dystir, uttan at tað er eydnast at vinna úrtøku. Nú koppaði tað okkum til fyrimunar, og hesi stigini eru serliga søt, sigur fegni B68 venjarin Jákup á Borg, og hann leggur aftrat:

 

-Um vit skulu hugsa um at varðveita plássið í deildini, so mugu vit vinna ímóti teimum, sum vit kappast við um at sleppa undan niðurflyting. Spælararnir stríðast væl, og leikliga eru vit á rættari leið. Nú ræður tað um at fyrireika okkum væl at vinna á heimavølli ímóti AB, sigur fegni B68 venjarin.

 

Øssur M. Dalbúð javnaði til 1-1, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Adrian Justinussen við horna legði innfyri  úr vinstru. Tað var dygst undan steðginum.

 

HB spælið úti á vøllinum fleyt eisini í seinna hálvleiki væl, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Tvær ferðir var bólturin á stólpanum aftanfyri Benjamin Schubert í B68 málinum, og Pætur J. Petersen misnýtti í heilt góðari støðu, tá ið hann eisini hevði møguleika at spæla viðspælara.

 

Og so var tað eitt stórt korter undan leikloki, at Boubacar Sidik Dabo eftir langa sending frá innskifta Tonni J. Thomsen rann frá ikki serliga sannførandi HB miðverjuni og setti bóltin framvið Bjarta Vitalis Mørk, sum varð settur í HB málið longu í fyrsta minutti, tí Teitur Matras Gestsson var skaddur.

 

At B68 í leikligu yvirvágini hjá HB legði seg á odda fyri aðru ferð, skelkaði HB. B68 spælararnir fingu kraft, styrki og sjálvsálit og við framúr liðavriki, har allir spældu fyri ein og ein fyri allar, og støðugt hóttandi fremstu skjótu monnunum, megnaðu teir at halda tørn um leiðsluna.

 

Tá ið Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri síðstu ferð, fegnaðust B68 spælararnir, sum um teir høvdu vunnið FM. Tað hava teir ikki, men sigurin á Tórsvølli í kvøld kann væl fara at vísa seg at hava heilt stóran týdning, tá ið støðutalvan eftir 27. umfar fer at verða gjørd upp.

 

HB spælararnir vóru vónbrotnir, og teir eru greiðir yvir, at um tað skal eydnast teimum at vinna seg í steypafinaluna, so skal avrikið og ikki minst úrtøkan mikukvøldið ímóti Víkingi vera heilt øðrvísi, enn tað var í kvøld.

 

-

 

HB – B68 1-2 (1-1)

 

0-1: Esmar P. Clementsen

 

1-1: Øssur M. Dalbúð

 

1-2: Boubacar Sidik Dabo

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Heðin Hansen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen, Ári Mohr Jónsson – Pætur J. Petersen, Øssur M. Dalbúð

 

B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Aidan Liu, Bárður Ó. Jensen – Áki Johannesen, Sebastian Lau Nielsen – Mohamed Samba,  Gilli Samuelsen, Esmar P. Clementsen – Boubacar Sidik Dabo

 

-

 

NSÍ – KÍ 0-3 (0-0)

 

0-1: Heini Vatnsdal 60.

 

0-2: Valerijs Sabala 74.

 

0-3: Árni Frederiksberg 83.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Miska Rautiola, Atli D. Petersen(Albert Róin Johannesen, 80.) – Betuel Hansen, Mathias Nielsen – Jørgen Nielsen, Mórits Heini Mortensen (Beinir Nolsøe, 80.), Lukas G. Giessing (Yehor Korytskyi, 80.) – Klæmint A. Olsen (Búi Egilsson, 69.)

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal (Jesper Brinck, 62.), Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic (Anders Sølvsten Holvad, 62.) – René Shaki Joensen, Jóannes Bjartalíð, Mads Bo Mikkelsen (Dávid B. Andreasen, 77.) – Silas Gaard (Claes Philip Kronberg, 62.), Páll A. Klettskarð (Valerijs Sabala, 62.), Árni Frederiksberg

 

-

 

B36 – Víkingur 0-0

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Lukas S. Enevoldsen, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Magnus Holm Jacobsen, Andrass Johansen – Hannes Agnarsson, Michal Przybylski, Benjamin Heinesen– Rasmus Nissen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Túri, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen

 

-

 

24212063768
Víkingur241635632351
HB241545502549
B36241149472437
EB/Streymur23959304132
B68247314334724
07 Vestur236512265623
NSÍ246315275121
AB236314296221
Skála23161622549

 

-

 

Útsettir dystir

 

Mándagin 3. oktober

 

AB – Skála: Petur Reinert kl. 16.00

 

Mikudagin 12. oktober – væntandi

 

EB/Streymur – 07 Vestur: Bjarki Danielsen

 

-

 

Løgmanssteypið – seinnu hálvfinalur

 

Mikudagin 5. oktober

 

KÍ – 07 Vestur: Petur Reinert kl. 18.30 – fyrri dysturin endaði 2-2

 

HB – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 19.00 – fyrri dysturin endaði 2-2

 

-

 

25. umfar

 

Sunnudagin 9. oktober

 

KÍ – HB

 

Víkingur – NSÍ

 

B68 – AB

 

Skála – EB/Streymur

 

07 Vestur – B36