Fleiri av teimum næstbestu fingu møguleika at vísa seg fram

Elias og Óli hvíldu seg í dag, men í morgin vera teir á vøllinum, tá ið Danmark verður mótstøðuliðið

Mynd: HSF/Lars Rune Skaug

Einki óvæntað var í tí, og í dag varð tað aftur staðfest. At Føroyar viðhvørt megna at bjóða teimum størstu av, kemst fyrst og fremst av, at tað gongur upp í hægri eind, tá ið føroysku spælararnir, ið av álvara eiga altjóða støði, samstundis eru á sama liði.

 

Soleiðis var tað ikki í dag, og tað sást av álvara aftur í seinna hálvleiki ímóti Norra. Hálvleiksstøðan var 16-15 til heimaliðið, sum at enda vann 34-26.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vóru ikki á listanum í dag, og eisini miðverjin og strikuspælarin Ísak Vedelsbøl og Leivur Mortensen, sum er fremsta val á vinstra veingi. Tað bar við sær, at Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen, sum í dag var væl meiri ágangandi og avrikaði við størri sjálvsáliti enn hóskvøldið ímóti Niðurlondum, av álvara fingu møguleika at vísa, hvør dugur var í teimum, og tølini siga, at tað gekk væl í fyrra hálvleiki, sum endaði við 16-15 til Norra, eftir at Føroyar fleiri ferðir vóru frammanfyri, og so var Hákun West av Teigum sera tryggur brotskastsskjútti.

 

Føroyar vóru fyri tað mesta í 7 ímóti 6 í álopinum, og á strikuni hilnaðist tað væl hjá Teis Horn Rasmussen, Pæturi Mikkjalsson og Helga H. Hoydal, sum var á landsliðnum fyri fyrstu ferð í langa tíð.

 

Eftir steðgin vóru fleiri skiftingar á føroyska liðnum. Norra legði bragdliga fyri eftir steðgin, og tíggju minuttir eftir steðgin var munurin 23-17.

 

-Vit valdu at spara Elias og Óla í dag, og í morgin vera teir aftur á listanum, tá ið vit fara at spæla ímóti Danmark. Í seinna hálvleiki vóru tað fleiri spælarar úr næstbestu deildunum í Danmark og Norra á okkara liði, og vit fegnast um, at tað var møguleiki hjá fleiri at vísa seg fram, og vit høvdu tríggjar spælarar á listanum, sum í hesi Golden League kappingini fyri fyrstu ferð royna seg í hesum høpinum. Men tað er klárt, at tað í málmuni kostaði í seinna hálvleiki, men tað taka vit við. Hetta snýr seg jú um fyrireikingar til EM kappingina, sum í januar verður her í Norra, segði føroyski venjarin Peter Bredstorff-Larsen við danska TV2 Sport.

 

##med2##

 


5 min: 2-3

10 min: 6-5

15 min: 7-6

20 min: 10-9

25 min: 12-12

30 min: 16-15

35 min: 19-16

40 min: 23-17

45 min: 25-19

50 min: 28-21

55 min: 31-23

 

60 min 34-26

 

 

Norra – Føroyar 34-26 (16-15)

Føroyar: Rói Ellefsen á Skipagøtu 5, Hákun West av Teigum 5, Pauli Mittún 4, Vilhelm Poulsen 4, Teis Horn Rasmussen 2, Rói Berg Hansen 1, Helgi Hildarson Hoydal 1, Pauli Høj 1, Allan Norðberg 1,  Kjartan Johansen 1

 

Mynd: HSF/Lars Rune Skaug