Fíggjarlógin eitt amboð at náa málum
Fíggjarætlanin telur góðar 400 síður við tølum, men fíggjarætlanin er í veruleikanum alt annað enn tøl. Tí uttan visiónir og málrættaðar ætlanir kámast endamálið við býtinum av krónum og oyrum skjótt. Fíggjarlógin skal tí bert síggjast sum eitt amboð til at náa teimum málum, ið samgongan hevur sett sær. Hetta sæst eisini aftur í fíggjarlógar-uppskotinum - í hvørtfall í ávísan mun.
Nógv eru málini, ið samgongan hevur sett sær fyri og fari eg ikki at nevna øll her, men í samband við, at fullveldiskósin er vend á høvdið - frá at vinna politiska frælsið fyrst - til nú at vinna búskaparliga frælsið fyrst - hevur Tjóðveldisflokkurin trý høvuðsmál við hesi samgongu, til tess at koma nærri føroyskum fullveldi:
1) Fremja yvirtøkur
2)Fremja ein sjálvberandi búskap
3)Raðfesta vælferð, virðir og virksemi hægst í Føroyum, soleiðis at vit kunnu menna einar enn betri Føroyar fyri allar føroyingar.
Hóast fíggjarlógin fyri 2003 ikki myndar øll hesi mál eins væl og ynskt var - so er fíggjarlógin eitt gott amboð at náa hesum málum.
Yvirtøkur í komandi valskeiði
Tað er ongin loyna, at Tjóðveldisflokkurin hevði ynskt fólkaatkvøðu og politiskt frælsi - heldur enn núverandi heimastýrisloysn við yvirtøkum. Men politiska samansetingin ger núverandi æltan neyðuga. Samgongan hevur tó raðfest nógvar yvirtøkur komandi árini og gongur alt sum ætlað, fær Føroya Løgting lóggevandi valdið á hesum økjum í 2003:
-Fólkakirkjuni
-Á vinnuøkinum
- Persóns, familju- og
arvarættarligu økjunum
-Útlendingaøkinum
Í mars 2003 verður partur av fyrireikingararbeiðnum at yvirtaka løgreglu og rættarskipanini liðugt og tí, kann farast undir stigvísa yvirtøku longu næsta ár.
Eisini verða aðrar yvirtøkur óivað framdar, tí flestu av smáu nevndu yvirtøkumálunum í samgonguskjalinum krevja meira ella minni bert eina undirskrift fyri at verða yvirtikin.
Nærri sjálvberandi búskapi
Tá umræður raðfesting av einum sjálvberandi búskapi - so er nú prógvað 2. ár á rað, at føroyski samfelagsbúskapurin virkar til fullnar uttan tær 366 mió. í stuðli uttanífrá. Allar ræðusøgurnar um, hvat fór at henda tá ríkisstuðlin varð skorin við 366 mió. kr. eru gjørdar til onkis. Tí føroyingar hava prógvað, at teir megna at virka og framleiða tað, ið er neyðugt soleiðis, at føroyska vælferðarsamfelagið støðugt kann mennast og støðugt kann gerast meira óheft av stuðli úr Danmark.
Tað er tó heldur ongin loyna, at Tjóðveldisflokkurin hevði ynskt ein framhaldandi positivan niðurskurð í ríkisstuðlinum, men hetta var ikki politiskur meirluti fyri í samgonguni. Í staðin verður ríkisstuðulin fastfrystur og halda inntøkur landsins áfram við at vaksa, fer ríkisstuðulin soleiðis at gerast støðugt minni partur av inntøkum landsins komandi árini.
Í 1997 var ríkisstuðulin úr Danmark heili 32% av inntøkum landskassans - í 2003 verður ríkisstuðulin bert 17% av inntøkunum. Nevnast kann eisini, at í sama tíðarskeiði er framleiðslu-virðið - ella Bruttotjóðarúrtøkan - økt úr 6,2 mia. uppí meira enn 10 mia.
Ein niðurskurður av ríkisstuðlinum á góðar 600 mió. fær sostatt alsamt minni týdning búskaparliga.
Tað, ið eisini er áhugavert er, at hyggja vit at tíðarskeiðnum 1997-2003 sæst, at inntøkur landskassans (uttan ríkisstuðulin) eru øktar úr 1,9 mia. í 3,1 mia. tvs. við 1,2 mia. kr. - í sama tíðarskeiði er ríkisstuðulin minkaður úr 898 mió. í 630 mió. tvs. við 268 mió.
Tað er tí ikki rætt tá eitt nú Sambandsflokkurin sigur, at inntøkurnar ikki eru vaksnar samsvarandi við niðurskurðin í ríkisveitingini - inntøkur landins eru vaksnar fleirfaldað tað upphædd, ið ríkisstuðulin er minkaður - verður hugt at seinastu 6 árunum. Hartil skal havast í huga, at landskassin hevur haft yvirskot á 600-650 mió. seinastu 3 árini og minkingin í ríkisstuðlinum hevur tí bert merkt minni yvirskot. Talan er sostatt ikki um skerjingar í játtanum, men bert av skerjing av einum yvirskoti.
Almanna-, heilsu-, útbúgvingar-, granskingar- og mentamál raðfest hægst
Tá umræður málinum um, at raðfesta sosialu trygdina og vælferðina hægst, so myndar fíggjarlógin hetta málið væl. Tí tað eru almanna-, heilsu-, útbúgvingar-, granskingar- og mentamál, ið fáa hægstu raðfesting á komandi fíggjarlóg.
Sum víst hevur verið á ofta fyrr, so eiga vit at meta eitt samfelag eftir, hvussu tað tekur sær av teimum veikastu - og tí kunnu vit verða stolt av raðfestingini í komandi fíggjarlóg.
Til nýggjan rakstur fáa eldra- og serforsorgarøkið umframt tey brekaðu 30 mió. eyka og somuleiðis fáa heilsumál 10 mió. kr. til nýggjan rakstur.
Nevnast kann eitt nú at hjálpartólarmiðstøðin, teknmálstulkatænastan, barnaforsorgin, Føroya Barnaheim og Meginfelag teirra brekaðu øll fáa økta rakstrarjáttan.
Vitanarliga og mentanarliga tilfeingið hevur avgerandi týdning fyri trivnað og framhaldandi menning í Føroyum og verða økini útbúgving, gransking og mentan eisini raðfest høgt - og fáa 18 mió. til nýtt virksemi.
Skattalættar á góðar 50 mió. kr.
Tá umræður raðfestingina av virksemi, so verður m.a. hildið áfram við at lætta um skattatrýstið eins og undanfarna samgonga gjørdi. Neyðugt er, at gera tað meira áhugavert fíggjarliga hjá fólki at verða virkin.
Tí skal inntøkuskatturin - serstakliga á lág- og miðalinntøkum, men eisini marginalskatturin - lækkast. Eisini skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáast at skilja, at tað er til gagns fyri allar føroyingar, at fáa skattalættar heldur enn ov stórar lønarhækkingar til frama fyri minni prísvøkstri og størri realløn. Ár 2003 verður talan um góðar 50 mió. kr. í skattalættum og ár 2004 verður talan um somu upphædd - harvið íalt 110-120 mió. kr. í skattalættum komandi tvey árini. Tað verður tó eitt krav fyri skattalættum, at neyðugu sparingarnar verða framdar.
Raksturin gevur avlop á 410 mió.
Fíggjarlógin vísir annars eisini, at raksturin gevur eitt yvirskot á 410 mió. Tí er rúm fyri íløgum á 260 mió. umframt gjald av avdráttum á 148 mió.
Yvirskotið á fíggjarlógini verður 150 mió. kr., men sokallaða likviditetsyvirskotið verður vegna avdráttir 2 mió. kr.
Íløgur fyri 260 + 32,5 mió. kr.
Á íløgusíðuni verða íløgur á útbúgvingar-, almanna- og heilsuøkinum eisini raðfestar hægri enn fyrr. Eitt nú skulu 40 mió. nýtast á Landssjúkrahúsinum, 12 mió. til miðnámsskúla í Vági, 20 mió. til ellis- og røktarheim o.s.fr..
Men á íløgusíðuni fyllir samferðsluøkið sum vanligt eisini nógv. Her eru tað serstakliga íløgurnar í nýggja Suðuroyarskipið og samferðsluhavnina á Tvøroyri, ið fáa hægstu raðfesting við heili 132 mió. kr. av samlaða íløgukarminum á 260 mió. kr.
Norðoyartunnilin er eisini ein verkætlan, ið haldast skal áfram við. Í hesum sambandi er ætlanin, at flyta part (32,5 mió.) av yvirskotinum á um 45 mió. á íløgukarminum fyri 2002 til hetta endamál.
Neyðugt at tálma vøktri í rakstrarútreiðslum
Við núverandi búskapargongd er greitt, at skal vælferðarsamfelagið Føroyar verða rikið við yvirskoti komandi árini er alneyðugt, at rakstrarútreiðslurnar ikki halda á við himmalferð síni.
Hetta eigur heldur ikki at verða neyðugt. Útreiðslur landsins eru øktar úr 2,6 mia. í 1997 uppí 3,6 mia. í 2003 - tvs. við 1 mia. kr seinastu árini. Vit nýta tí í dag so mikið nógvan pening pr. íbúgva - eisini í mun til grannalond okkara - at tað ikki er fíggjarligi spurningurin, ið forðar framhaldandi menning á ymsu samfelagsøkjunum. Neyðugt verður hinvegin við nýhugsan og nýskipan soleiðis, at enn meira fæst fyri skattgjald-arans pening og at grund verður løgd undir einum sjálvberandi føroyskum vælferðarsamfelagi.
Sparingar á minst 100 mió. kr.
Eitt yvirskot er onki mál, ið sjálvum sær, men tá málið er, at gerast sjálvberandi og gerast óheft av ríkisstuðlinum er m.a. neyðugt at arbeiða til frama fyri støðugt størri yvirskoti.
Skal fíggjarlógin 2003 hava eitt yvirskot á 150 mió. kr. - eisini aftaná at 50 mió. eru latnar í skattalættum afturat, at góðar 20 mió. verða latnar eldra-, serforsorgar-, útbúgvingar-, granskingar- og familjuøkinum, tá sparingar eru framdar v.m. - verður helst neyðugt við minst 100 mió. kr. í sparingum. Hesar skulu fremjast við rationaliseringum í almenna sektorinum, avtøku av studningsskipanum innan vinnulívið, samskipan av almennum innkeypi o.s.fr. Eisini eiga vit at økja um inntøkuskapanina í Føroyum.
Tað er altíð lættari at nýta - heldur enn at spara pening. Men eins og gjørt verður í einum húsarhaldi, eini fyritøku og aðrastaðni, so eigur eisini Løgtingið og landsstýrið støðugt at endurskoða skipanir og tryggja, at føroyingar fáa sum mest burturúr tí peningi, ið er latið Løgtinginum upp í hendur at umsita.
Fult sjálvbjargni er málið
Tað skal verða mín vón, at fíggjarlógin fyri 2003 aftaná triðju og harvið seinastu viðgerð á Løgtingi, vil verða ein fíggjarlóg, ið raðfestir vælferð, virðir og virksemi - og mest av øllum ein fíggjarlóg, ið er grundað á ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, ið kann bera føroysku tjóðina fram ímóti fullum sjálvbjargni.









