yvir landjørðini. Fyrstu ferð Hóast Richard er 93 ára gamalur, er hetta fyrstu ferð, at hann er farin út um landoddarnar. Herfyri var hann í Havn og fekk sær pass, sum er fyrsta passið, hann nakrantíð hevur [...] sigur hann, at ætlanin er at fara ein túr til Keypmannahavnar at síggja seg um. - Hetta verður eitt upplivilsi, og eg eri fegin um, at eg tók av og fór hesa ferðina, sigur bóndin í Kongsstovu í Nólsoy, sum [...] og mær dámdi væl at koyra í tokinum. Richard sigur, at tað er friðarligt í Slagelse, har tey verða um jólini. - Her hoyrist einki, og her er gott at vera, sigur hann. Spurdur, hvat tey annars fara at gera
Tað vakti ans í gjár, tá ið tíðindi bórust um, at formaðurin í føroyska svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, var so argur um avgerðina um, at Pál Joensen ikki slapp at luttaka í 1500 metra-finaluni [...] mótmælinum burtur, tí at freistin var farin. At enda vísir formaðurin í føroyska svimjisambandinum á, at føroyska svimjisambandið ikki fer at senda eina formliga kæru um tilburðin. Eisini vísir hann á, at [...] Her verður einki eftirspæl, um fólk ímynda sær, at vit skulu fara at senda eina formliga kæru ella líknandi. Og sum eg skilji á Korbo, so er heldur eingin fráboðan skrivað um meg til FINA, út yvir, at eg
við tí, teir fáa! Fiskaðu fyri 6 mió Nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár, er vanligt at líta aftur um bak. Tað hevur Asbjørn eisini gjørt, tá talan er um veiðu og úrslit hjá Norðsøka. Hann kann bara staðfesta [...] Bátafiskur henda fríggjamorgunin, og teir takast við okkurt í maskinuni. Veðurmenninir boða frá meiri vindi um kvøldið, og tí verður eingin túrur beint nú, hóast streymurin er í minking. - Tá streymurin er nógvur [...] høvdu teir verið tveir túrar til útróðrar í ár – hósdagin og fríggjadagin í teirri vikuni. Talan var um tveir rættiliga góðar túrar. Norður úr Barinum hava teir fingið rættiliga góða og stóra hýsu, og teir
Ragnhild Ellingsgaard Talan var um tann sokallaða Spot-Festivalin, sum danski felagskapurin ROSA skipar fyri. Endamálið er at geva teim minni kendu tónleikarunum høvi at royna seg. Hesu ferð var føroyski [...] væl gekst hjá honum. Festivalurin verður hildin í ?Musikhuset? í Århus, har fleiri pallar eru karmar um tónleikaframførslur teir báðar dagarnar, ið festivalurin er. Góð variatión Ein av hesum pallum kallast [...] salurin púra hugtikin og lurtaði eftir honum. Á heimasíðuni hjá ROSA verða nógv rósandi orð skrivaði um Teit. Lesarin fær millum annað at vita, at føroyingurin, sum longu nú hevur framleitt tónleik til væl
í 1947, eftir at hann hevði verið í Eglandi í tvey ár og fingið sær útbúgving. Hann skuldi verið farin burtur fyrr, men 2. heimsbardagi forðaði honum, so krígsárini var hann eisini í fyritøkuni hjá pápanum [...] fátøku fimtiárunum. Smá kor - Tað var so smátt nógvastaðni tá, at eg minnist menn koma inn og biðja um at fáa 20 krónur í forskoti, sigur Sigmund. Umborð á skipunum livdu menninir heldur ikki so flott, [...] hansara uppgáva var m.a. at ansa eftir, at hálsarnir ikki vóru so strammir. Fleiri konur hildu lítið um, at hann skuldi siga teimum, hvussu troyggjurnar skuldu vera, og tær vildu ikki lurta, sigur Sigmund
Jóhanna á Tjaldrafløtti og tosar um heilsugóðan kost. Tað skilst, at hetta er eitt evni sum hevur áhugan hjá teimum eldru. Ikki tí, - fleiri teirra hava áður hoyrt hana tosað um júst hetta evnið í Tilhaldinum [...] Og nú tann fryntligi føðslu- og húshaldsfrøðingurin er farin á talarastólin er hvørt oyra opið fyri tí, hon ber fram. Johanna tosar skilagott um týdningin av at eta heilsugóðan kost. Alt verður sagt sum [...] hálvanannan litur av vatni og mjólk, og ikki minst at røra seg í minsta lagi 30 minuttir um dagin. - Onkur vil kanska spyrja, um júst tað er so øgiliga neyðugt at eta og drekka rætt. Jú, tað er tað! - Tí við h
Tað er sjálvsagt, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldið royna at sáa ivi um trúvirði Javnaðarfloksins og Sjúrð Skaale. Tað heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, úr Javnaðarflokkinum. Hon sigur [...] kalla ongan veg. - At ein av fyrrverandi limum Tjóðveldis eisini hevur sæð hesa meginregluna, og er farin at ressast við, er sjálvandi ein trupulleiki fyri Sambandið og Tjóðveldið, tí tað er hugsandi, at [...] at fremja politikk á sjálvstýrisleið í Føroyum. - Tað merkir sjálvandi ikki, at øll skulu vera samd um, hvussu sosialpolitikkur, vinnupolitikkur og umfordeilingin yvirhøvur av samfelagsligu ágóðunum skal
onkrum førum hava fólk búð á umlættingarstovni, um støðan hevur verið heilt átroðkandi, sigur Fía Petersen. Endamálið við umlættingarstovni er at lætta um hjá avvarðandi. Men stóri tørvurin á bústaði ger [...] bústaði, røttu hjálpina. - Sum nú er, fáa tey ikki ta hjálpina, tey hava fyri neyðini, um tey velja at búgva sjálvi. Um hesir møguleikarnir vóru betri, og fólk fingu møguleika at búgva í egnum bústaði við [...] flestu fólkini við menningartarni, sum í dag standa á bíðilista, heima hjá familjum sínum. Summi eru farin av landinum á skúla ella líknandi, og nøkur fá ung eru á eftirskúlanum Rásini. Flestu teirra standa
tað ein fyribils tatovering, sum ein kann fáa sproytaða upp á kroppin. Eftir nøkrum døgum er hon farin av aftur, sigur hann. Mourits hevur næstan ikki havt tíð til annað enn til arbeiðið hjá sær. - Eg [...] stuttligari hending. - Meðan eg hjálpi nøkrum børnum í tokið, koma tríggir fullir vaksnir menn og spyrja, um teir ikki kunnu sleppa í tokið. Vanliga er tokið bara til børn, men eftirsum tað er Summarfestivalur
Bogi Hammer, sum um vikuskiftið gjørdist nummar trý í kappingini um at gerast Føroya sterkasti maður, rindar nú prísin fyri at vera við í tílíkari kropsliga harðari kapping. Í gjár legði hann mynd út á [...] á facebook, sum vísur tvey illa farin lør. - Hevði tú sæð hvussu tey síggja út nú. Nú síggja tey fimm ferðir verri út. Galnir hundar fáa rivið skinn, sigur Bogi, sum varð skúgvaður til viks sum verandi [...] meg høvdu tað bara verið tríggir við, so eg vildi gjarna gera mítt fyri at vit vóru fýra, sigur Bogi um at hava gjørt ímóti læknaboðunum. Bogi, sum bara hevði vant tríggjar ferðir síðani Battle of the North