Ragnhild Ellingsgaard
Talan var um tann sokallaða Spot-Festivalin, sum danski felagskapurin ROSA skipar fyri. Endamálið er at geva teim minni kendu tónleikarunum høvi at royna seg. Hesu ferð var føroyski Teitur Lassen so eitt av innsløgunum á festivalinum, og væl gekst hjá honum.
Festivalurin verður hildin í ?Musikhuset? í Århus, har fleiri pallar eru karmar um tónleikaframførslur teir báðar dagarnar, ið festivalurin er.
Góð variatión
Ein av hesum pallum kallast ?Lille Sal?, og tað var eisini á hesum palli, at Teitur rúnarbant teir 300 áhoyrarnar, sum vóru til staðar.
Við einum gittara, eini mikrofon og einum klaveri byrjaði Teitur stillisliga sína framførslu. Á heimasíðuni hjá festivalinum hevur ein ummælari skrivað, at Teitur Lassen megnaði at skapa eina góða variatión í framførsluni, og sat allur salurin púra hugtikin og lurtaði eftir honum.
Á heimasíðuni hjá ROSA verða nógv rósandi orð skrivaði um Teit. Lesarin fær millum annað at vita, at føroyingurin, sum longu nú hevur framleitt tónleik til væl umtóktu amerikonski sendirøðina ?Jack & Jill?, er væl at veg í tónleikaheiminum.
- Det tegner stoooort !, er dómurin á heimasíðuni um væntaðu tónleikakarrieru hansara í útlondunum.
Eisini fyrrveranadi forsangarin í danska bólkinum Dizzy Miss Lissy hevði fleiri rósandi orð at bera Teiti.
Tim Christensen, sum maðurin eitur, sigur á heimasíðuni, at Teitur var tað størsta yvirraskilsi á festivalinum, og hann metti Teit avgjørt at vera í einum heimsklassa.
Gevur fløgu út
Men hóast væl gongur hjá Teiti í útlandinum, so er hann ikki farin longur burtur frá Føroyum enn so, at hann í summar gevur eina fløgu út á føroyska tónleikamarknaðinum. Fløgan ber heitið ?Sólin og Regnið?, og stendur Niclas Johannsesen sum framleiðari, meðan Óli Poulsen skal ljóðblanda fløguna.
Og er Teitur væl umtóktur í øðrum londum, so er hann tað so sanniliga eisini í Føroyum. So óivað bíða mong spent eftir hesi fløgu, sum væntandi fer at selja sum heitt breyð.









