Tjóðskaparlig semja er vegurin fram

Tað er ein meira enn 100 ára staðfest sannroynd, at Tjóðveldið og Sambandið liva av hvørjum øðrum. Man kann siga, at ein atkvøða til sambandið er eisini ein atkvøða til Tjóðveldið og øvugt.

Og soleiðis hava hesir báðir flokkar í áravís tryggjað, at teir yvirliva og vaksa sum flokkar, men fyrst og fremst sum flokkar, tí tey politisku projektini – loysing og/ella samband - koma at kalla ongan veg.

Bara við einum stórum fólksligum meiriluta í rygginum í eitt nú stjórnarskipanarligum spurningum, ber til at fremja veruligan politikk á sjálvstýrisleið í Føroyum.

Á vári í ár stóð javnaðarflokkurin á odda fyri einum uppskoti til nýggja stjórnarskipan, ið júst hevði til endamáls at sameina fólkið um projektið.

Men vit vilja annað og meira enn tað.

Eg eri sannførd um, at tað einans er sosialdemokratiskur politikkur, ið kann tryggja, at vit eisini í framtíðini megna at menna eina rættvísa vælferðarskipan, har tað eru tær breiðastu herðarnar, ið bera tyngstu byrðararnar, men har byrðarnar kortini ikki eru tyngri enn, at tað framvegis er eggjandi at bróta upp úr nýggjum, og at teljast millum teirra, ið skapa virðini.

Altso at politikkurin fram um alt miðar eftir at styrkja samhaldsmegina í fólkinum.

Tað er samlaða projektið hjá Javnaðarflokkinum, sum vit nú tíbetur eru fleiri um at fremja í verki.