Útferðarhugur
- Mær dámdi ógvuliga væl at flúgva. Hetta var ein frálíkur túrur, og eg bleiv væl uppvartaður av fryntligu starvsfólkunum í flogfarinum, sigur 93 ára gamli, Richard Jacobsen.
Sosialurin hevði sent fólk at taka ímóti bóndanum í Kongsstovu í Nólsoy, tá ið hann kom til Keypmannahavnar.
- Eg sat so væl í flogfarinum, og eg føldi meg so væl. Tað var ógvuliga behagiligt, og tað var ein serstøk kensla at sita í einum flogfari yvir skýggjunum og so høgt uppi yvir landjørðini.
Fyrstu ferð
Hóast Richard er 93 ára gamalur, er hetta fyrstu ferð, at hann er farin út um landoddarnar. Herfyri var hann í Havn og fekk sær pass, sum er fyrsta passið, hann nakrantíð hevur átt. Richard valdi sær eitt ES-pass.
Sosialurin tosaði við Richard stutt fyri middag í gjár, tá ið hann gott og væl var komin uppá pláss í Slagelse, har hann fer at halda jól saman við bygdarmanninum, Rúna, sum var við á ferðini niður.
Tað var Rúni, sum saman við bróðrinum, Bárði, hevur hjálpt Richardi í Kongsstovu á garðinum í mong ár, sum bjóðaði tí 93 ára gamla niður at halda jól saman við honum, konuni og børnunum.
Heidi, sum er konan, lesur í Danmark, meðan Rúni og bróðurin hava bát og rógva út í Nólsoy.
Alt gekk væl
Richard sigur, at alt hevur gingið væl á ferðini úr Føroyum til Slagelse ? og fyri fyrstu ferð í lívinum slapp hann eisini at koyra í toki.
- Vit koyrdi í toki úr Keypmannahavn til Slagelse. Hetta tók umleið ein tíma, og mær dámdi væl at koyra í tokinum.
Richard sigur, at tað er friðarligt í Slagelse, har tey verða um jólini.
- Her hoyrist einki, og her er gott at vera, sigur hann.
Spurdur, hvat tey annars fara at gera, nú hann fyri fyrstu ferð er uttanlands, sigur hann, at ætlanin er at fara ein túr til Keypmannahavnar at síggja seg um.
- Hetta verður eitt upplivilsi, og eg eri fegin um, at eg tók av og fór hesa ferðina, sigur bóndin í Kongsstovu í Nólsoy, sum kemur heimaftur úr Danmark við flogfari, 3. januar.