Tað vakti ans í gjár, tá ið tíðindi bórust um, at formaðurin í føroyska svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, var so argur um avgerðina um, at Pál Joensen ikki slapp at luttaka í 1500 metra-finaluni í frísvimjing, at hann kundi koma í trupulleikar hjá altjóða svimjisambandinum. Tað var danski dómarin, Søren Korbo, sum í samrøðu við TV2 vísti á hendan tilburð.
Les eisini: Svimjisambandið í øðini um Pál
Í tíðindaskrivi vísir Rókur í Jákupsstovu tó á, at greiningin av tilburðinum ikki vísir eina rættvísa mynd av tí, sum hendi.
- Tað, sum hendi, var, at eg royndi at handa inn eitt formligt mótmæli, ið varð víst aftur, tí at tíðarfreistin á 30 minuttir var farin.
- Eg havi djúpastu virðing fyri Søren Korbo, skrivara hjá teknisku nevnd í FINA, sum 'the grand old man' í døming á altjóða LEN- og FINA-stevnum, og sum ein føroyavinur, ið ofta hevur verið okkum til stóra hjálp. Korbo hevði sum stevnuleiðari evsta myndugleika á hesum HM, og eg kundi tí ikki annað enn góðtaka har í Kazan, at hann valdi at vísa mótmælinum burtur, tí at freistin var farin.
At enda vísir formaðurin í føroyska svimjisambandinum á, at føroyska svimjisambandið ikki fer at senda eina formliga kæru um tilburðin. Eisini vísir hann á, at hann ikki væntar, at hansara leiklutur í málinum fær nakað eftirspæl.
- Her verður einki eftirspæl, um fólk ímynda sær, at vit skulu fara at senda eina formliga kæru ella líknandi. Og sum eg skilji á Korbo, so er heldur eingin fráboðan skrivað um meg til FINA, út yvir, at eg royndi at handa inn eitt mótmæli, sum varð víst aftur, tí at freistin var farin.
- Eg ætli mær enn at skriva til FINA og at greiða frá, hvussu tungt og óheppið tað var fyri okkum og Pál, at hann ikki slapp at svimja í HM-finaluni, og um møguligt fáa eina frágreiðing, skrivar Rókur í Jákupsstovu at enda í tíðindaskrivi.