Ikki øll eru komin á festival einans fyri at hugna sær. Mourits Clementsen hevur havt tokbana, karusel og andlitsmáling allan festivalin.
- Tokbanin til smábørn hevur verið sera væl umtóktur. Eg skal ikki siga, at hann hevur koyrt non-stop, men tað er nær við.
- Andlitsmálingin kallast airbrush, og er tað ein fyribils tatovering, sum ein kann fáa sproytaða upp á kroppin. Eftir nøkrum døgum er hon farin av aftur, sigur hann.
Mourits hevur næstan ikki havt tíð til annað enn til arbeiðið hjá sær.
- Eg havi arbeitt ekstremt nógv. Havi verið til Russ Taff og fekk líka hoyrt tveir sangir hjá Keating í gjár, annars stórt so einki.
At arbeiða er tó ikki nakað, sum Mourits heldur vera keðiligt.
- Her er so deiliga hugnaligt. Meðan eg standi her, so gongur ein rúgva av fólki framvið, so eg fái heilsa upp á nógv fólk, sigur Mourits.
Í gjár var Mourits úti fyri eina stuttligari hending.
- Meðan eg hjálpi nøkrum børnum í tokið, koma tríggir fullir vaksnir menn og spyrja, um teir ikki kunnu sleppa í tokið. Vanliga er tokið bara til børn, men eftirsum tað er Summarfestivalur, so helt eg, at teir skuldu sleppa, letur flennandi úr Mourits.