- Trupulleikin verður bara størri

- Hetta er eitt úrslit av, at økið er blivið forsømt í so nógv ár. Bíðilistin til bústað er so langur, at tað krevur alternativar loysnir fyri at fáa bíðilistan niður, sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna

- Øll vita, hvussu støðan er, og politikararnir vita tað eisini. Hetta er ikki ein trupulleiki, sum hvørvur; tvørturímóti. Ger mann einki við tað beinanvegin, so verður trupulleikin bara størri.

Soleiðis sigur Fía Petersen, forkvinna og dagligur leiðari í Javna, sum er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. 

Hon finst at vantandi politisku raðfestingini av bústaðarmøguleikum til fólk, sum hava serligan tørv. Tí ein sera stórur partur av teimum, sum beint nú standa á bíðilista til vardan bústað, eru fólk við menningartarni.

- Tað er absolutt ikki nóg gott, at bíðilistin er blivin so langur. Hetta er eitt úrslit av, at økið er blivið forsømt í so nógv ár. Hetta er yvirhøvur ikki blivið nóg høgt raðfest av teimum nógvu undanfarnu landsstýrunum, sigur Fía Petersen.

Ov lítið er gjørt

Forkvinnan í Javna sigur, at tað verður ikki bygt nóg mikið av sambýlum, búfelagsskapum og íbúðum til fólk við menningartarni samanborið við tann stóra tørvin, sum er. 

- Samstundis sum mann ikki hevur bygt, so hevur mann eisini latið nógvar bústaðir forfalla. Mann hevur ikki sett nokk pening av til at viðlíkahalda teir bústaðirnar, sum hava verið, og úrslitið av tí er, at mann hevur verið noyddur at latið nógvar bústaðir aftur og flyta fólk. Tað hjálpir sjálvandi ikki upp á støðuna, sigur hon.

Mugu búgva hjá foreldrunum

Sambært Fíu Petersen búgva tey flestu fólkini við menningartarni, sum í dag standa á bíðilista, heima hjá familjum sínum. Summi eru farin av landinum á skúla ella líknandi, og nøkur fá ung eru á eftirskúlanum Rásini. Flestu teirra standa eisini á bíðilista til bústað og koma mest sannlíkt at búgva hjá foreldrunum, inntil tey einaferð fáa sítt egna. 

- Tað eru ikki nógv onnur tilboð til tey, tá har ikki eru nakrir tøkir bústaðir. Í onkrum førum hava fólk búð á umlættingarstovni, um støðan hevur verið heilt átroðkandi, sigur Fía Petersen.

Endamálið við umlættingarstovni er at lætta um hjá avvarðandi. Men stóri tørvurin á bústaði ger, at umlættingarstovnar eisini mugu virka sum bústaðir, og hetta setur trýst á virksemið á umlættingarstovnunum, sum annars eisini treingja til ábøtur og viðlíkahald.

Bundin at tí almenna

At bíða og bíða uttan at vita, nær mann kann rokna við at fáa egnan bústað, fyllir sera nógv í gerandisdegnum hjá nógvum teirra, sum standa á bíðilista í dag, leggja tey merki til í Javna.

- Fólkini ynskja jú at koma út og vera fyri seg sjálvan í sínum egna bústaði, sigur Fía Petersen og greiðir frá, hvussu stóran týdning hetta hevur.

- Tey eru bundin av at fáa í boði ein vardan bústað. Tey kunnu ikki fara út á leigumarknaðin og finna sær okkurt uppá sama máta, sum flest onnur fólk kunnu. Samstundis hava tey ringar møguleikar at taka lán. Tí eru tey so bundin at tí almenna, sum eigur at syrgja fyri, at tað eru vardir bústaðir til taks, sigur hon.

Mugu brúka alternativar loysnir

Vónin hjá Javna er, at meira fokus verður sett á at byggja munandi fleiri bústaðir til fólk við tørvi. Men at byggja er ikki nóg mikið, halda tey.

- Tað er eisini neyðugt at hugsa í alternativum loysnum. Bíðilistin er so øgiliga langur, at tað krevur alternativar loysnir fyri at fáa bíðilistan niður, sigur Fía Petersen.

- Tað eru nógvar byggiverkætlanir í gongd í løtuni, men sambýli og búsfelagsskapir kundu eisini verið partur av hesum verkætlanum, sigur hon.

Fía Petersen vísir á, at ein loysn kundi verið at tryggja teimum, ið nú búgva í egnum bústaði, røttu hjálpina.

- Sum nú er, fáa tey ikki ta hjálpina, tey hava fyri neyðini, um tey velja at búgva sjálvi. Um hesir møguleikarnir vóru betri, og fólk fingu møguleika at búgva í egnum bústaði við hjálp, kundi tað ivaleyst eisini fingið bíðilistarnar niður.