Bogi Hammer, sum um vikuskiftið gjørdist nummar trý í kappingini um at gerast Føroya sterkasti maður, rindar nú prísin fyri at vera við í tílíkari kropsliga harðari kapping. Í gjár legði hann mynd út á facebook, sum vísur tvey illa farin lør.
- Hevði tú sæð hvussu tey síggja út nú. Nú síggja tey fimm ferðir verri út. Galnir hundar fáa rivið skinn, sigur Bogi, sum varð skúgvaður til viks sum verandi Føroya sterkasti av Bjarna Nielsen.
Bogi Hammer hevur verið nógv darvaður av skaðum, og soleiðis var aftur hesaferð, nú hann hevði fingið læknaviðgerð fyri iskiasnervuna, sum var í klemmu. Hóast læknin ráddi honum frá at luttaka, so valdi hann at gera tað kortini.
- Eg var so býttur at fara við. Uttan meg høvdu tað bara verið tríggir við, so eg vildi gjarna gera mítt fyri at vit vóru fýra, sigur Bogi um at hava gjørt ímóti læknaboðunum.
Bogi, sum bara hevði vant tríggjar ferðir síðani Battle of the North fyri sjey vikum síðani vegna arbeiði í Noregi, fekk undir deadlift leygardagin tvær fipurspreingingar í hvørt lær, og er tað orsøkin til at lørini síggja soleiðis út, sum tey gera.
- Eg trúði onkur skeyt meg við eini luftbyrsu. Tað var ein ekstrem pína, sigur Bogi Hammer.