mín grundlóg. Og orsøkin er, at hon er sett í gildi í Føroyum uttan at fólki her býr fekk høvið til at siga ja ella nei, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sambandi við at danska grundlógin, ella okkara [...] okkara grundlóg hevur 150 ára føðingardag í dag. Hann vísir á, at av tí, at fólkið ongantíð er spurt, so kann ikki sigast at fólkatingið hevur fingið mandat frá føroyingum til at stýra, og mandati er gr [...] okkara egnu grundlógarnevnd at gera okkara egnu grundlóg, og eftir ætlanini skal arbeiði verða liðugt í seinasta lagið 1. juni næsta ár. Hóast lógin ikki er komin ígildi tá, kunnu vit vóna at hetta er seinasti
og tær hava tað ikki serliga gott í løtuni. Norski »smiðjuídnaðurin« hevur í nógv ár lagt seg eftir at arbeiða við frálandavinnuni, men tað tykist, sum er stígur komin í á tí økinum nú. Samstundis hava [...] kapping frá skipasmiðjum í eitt nú Kina, og hesa kapping merkja norðmenn av álvara nú smiðjurnar aftur skulu fara at byggja skip. Lønarlagið í Kina er nógv lægri enn tað er í evropeisku londunum, og tað [...] eisini at hann ikki skal roknast inn í fíggingina. Fíggjar ikki bert skip Sum teimum flestu kunnugt hava norðmenn stóran kunnleika í oljuvinnuni og tað sæst eisini aftur í tí, sum Ekportfinans hevur at bjóða
fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør. Tað er tó stórur munur á gongdini í lønarútgjaldingunum í høvuðsvinnugreinunum. Í fjør og í fyrru helvt í ár minkaði lønarútgjaldingarnar í framleiðsluvinnunum [...] sólini, er hetta ikki løtan til at fella í fátt, men tvørturímóti løtan at bróta upp um armar og í felag at bjóða framtíðini av. Løgtingsval var í úrtíð 20. januar í ár, og tveir dagar seinni skipaði løg [...] hevur altíð gingið í næstan regluligum vakstrar- og afturgongdsskeiðum. BTÚ verður í løtuni mett at liggja um góðar 10 mia. kr. í dagligum prísum, og vit hava framvegis vøkstur í samlaðu lønarútgjaldingunum
oyggjarnar í ríkisfelagsskapinum í álvara, og at hetta vísir, at danir í veruleikanum als einki leggja í hesar oyggjar. ? Tóku vit Føroyar og føroyingar í álvara, skuldu vit jú lært føroyskt í skúlunum og [...] gáttini til munandi broytingar í ríkisrættarligu skipan okkara. Í oddagreinini í danska blaðnum Politikken í gjár, verður heitt á donsku stjórnina um at taka Hvítubókina í rámasta álvara, og ikki vísa á [...] hetta er nakað, ið er í ferð við at broytast við fullari ferð í løtuni. Um føroyingar ynskja at vera sjálvstøðugir, so er hetta í fínasta lagi, sigur Uffe Østergaard við Aktuelt í gjár. Uffe Østergaard
vit sótu í landsstýrinum í 1993 - tá kreppan leikaði upp á tað harðasta - tá var boðskapurin júst tann øvugti. Tá blandaði Poul Nyrup Rasmussen og stjórn hansara seg í alt, sum vit gjørdu í Føroyum. Hetta [...] hugsar um dagliga - ella nakað, sum nívir hann. ? Hetta er eisini í tráð við tann stemning, sum nú er í føroyska samfelagnum í mun til fyrr í ár. Nú er alt broytt, og viðurskiftini eru ikki so spent meira [...] fram til, hvat varð galið í samstarvinum. Eisini hevur formaður Javnaðarfloksins lagt sær í geyma, at forsætisráðharrin hevur lagt stóran dent á, at hann ikki fer at leggja seg út í føroyska kjakið um fullveldi
Wang. ? Fyri fyrstu ferð síðan fólkaatkvøðuna í 1946 hava loysingarsinnaðu flokkarnir ikki meiriluta í móti sær í tinginum. Í 1946 var ein fólkaatkvøða í Føroyum, har spurt varð, hvussu Føroyar skuldu skipast [...] tríggir flokkar havt meirilutan í tinginum. Nú er øðrvísi Men við valið hósdagin í farnu viku kom broyting í. Fyri fyrstu ferð síðan 1946 hava teir loysingarsinnaðu flokkarnir - í hesum føri Tjóðveldisflokkurin [...] gar. ? Men so hendi tað, at danir vildu ikki seta tað í verk, sum var samtykt við fólkaatkvøðuna og teir fingu hjálp frá trimum flokkum í Føroyum. Teir vóru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjá
njari í Luksemborg. ? Eg kundi saktans havt valt eitt arbeiði, sum tað vóru fleiri pengar í, men í Luksemborg fái eg møguleikan at byggja nakað upp. Uppgávan líkist henni, sum eg hevði í Føroyum. Og so [...] so havi eg tikið við í metingina, at eg kann fáa tað gott í gerandisdegnum, og tí havi eg valt, soleiðis sum eg geri. Nógv at gera Allan Simonsen hevur nógvu seinnu árini búð í heimbýnum Vejle, men nú flytir [...] venjarastarvið hevur hann eisini arbeitt í danskari klædnafyritøku, sum framleiðir ítróttarklæði. ? Hetta arbeiðið havi eg havt við síðuna av landsliðsvenjarastarvinum í Føroyum, og tað hevur mangan verið sera
ofta verið og vitjað. ? Sum barn var eg ofta her í Føroyum og vitjaði familjuna. Hetta dámdi mær sera væl. Eina summarfrítíð arbeiddi eg eisini í Havn. Í Skálabúðini um dagin og á einum pylsuvogni um kvøldið [...] vera tolin. Í yrkinum, sum eg havi, má ein veruliga venja seg til alla tað longu bíðitíðina. Sum dømi nevnir Maria, at tá ið hon var í Hollywood vildi hon ikki búgva í sjálvum býnum, men í staðin búði [...] býin. Byrja í smáum Fyri fýra árum síðani kom Maria aftur til Ísland. Umstøðurnar fyri hennara yrki eru ikki tær som í USA sum í Íslandi, men tað ber kortini til at liva sum sjónleikari í Íslandi heldur
ein virknan leiklut í samtakinum í sambandi við at tilevna umsókn um leitiloyvi. Tveir av nevndarlimunum í felagnum stóðu fyri afturvali og vórðu teir báðir afturvaldir. Nevndin í felagnum er sostatt tann [...] Orð og myndir: Jan Müller Í sambandi við aðalfundin hjá føroyska oljufelagnum ?Atlants Kolvetni? á Hotel Føroyum týsdagin helt Arvid Halvorsen, varastjóri í norska oljufelagnum Norsk Hydro fyrilestur um [...] latin tíðliga eitt nú í apríl í ár 2000, so kann fyrsti brunnurin verða boraður á sumri ár 2001, eftir at fleiri kanningar og analysur er gjørdar fyri at finna besta staðið at seta borin í. -Um so er, at eydnan
heldur enn 8 fólkum í landsstýrinum. Bíðar Árni Olafsson, leiðari í føroysku samráðingar-nevndini,segði annars við útvarpið í eini viðmerking til úttalilsini hjá Paul Nicolopulo í Sosialinum týsdagin, [...] Hann sigur hetta í eini viðmerking til orðini hjá 1. skrivaranum á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn, Paul Nicolopulo í Sosialinum týsdagin um, at marknamálið framvegis kann loysast við samráðingum [...] álit á bretum í hesum máli. -At umboð fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn nú kemur til Føroya er einki annað enn fyri at gera eitt lobbyarbeiði, sum kann tæna bretskum áhugamálum í marknatrætuni