? Lat tey sigla egnan sjógv

Danskir frøðingar eru samdir um, at vanligi danin als ikki hevur áhuga fyri, um Føroyar eru partur av danska ríkinum ella ei

? Fleiri orsøkir eru til, at danir beinleiðis eru trútnir inn á føroyingar, sigur Uffe Østergaard við danska blaðið Aktuelt. Í sambandi við hetta verða nevndir ymiskir fordómar um, at føroyingar eru ógvuliga grammir eftir verðini. Føroyingurin brúkar súrt sparda peningin hjá danskaranum til at byggja vitleysar vegir og bora long berghol í hørð fjøll, so hann kann koyra kring um á sínum smáu oyggjum í sínum alt ov dýra bili.

Hetta eru sjálvandi fordómar, ið víst verður á, men hildið verður, at hetta hevur gjørt, at vanligi danin als ikki hevur áhuga fyri, um ríkisfelagsskapurin Føroyar Danmarkar ímillum verður varðveittur.

? Tað sær út til, at ríkisfelagsskapurin er nakað ógvuliga fjart nakað fyri nógvar danir. Hóast alt hevur fyrr verið ein lítil positivur áhugi fyri ríkisfelagsskapinum, men meiningakanningarnar vísa, at hetta er nakað, ið er í ferð við at broytast við fullari ferð í løtuni. Um føroyingar ynskja at vera sjálvstøðugir, so er hetta í fínasta lagi, sigur Uffe Østergaard við Aktuelt í gjár.

Uffe Østergaard er væl kendur við føroysk viðurskifti. Hann hevur skrivað um sambandið millum Føroyar og Danmark, og eisini hevur hann eitt skiftið verið lærari á Fróðskaparsetri Føroya.


Lítil gleði av Føroyum

Uffe Østergaard skilir væl, at danir argast inn á føroyingar, og eisini skilir hann væl, at danir hava nógvar fordómar fyri føroyingum og Føroyum annars.

? Tað er gjørdist heilt týðuligt, at danir eru vorðnir argir inn á føroyingar, tá føroyingar settu fram krav um at fáa pening frá donsku stjórnini undir kreppuni. Danir hava tærri ikki heilt ógrundaðu uppfatanina, at føroyingar eru eftir okkara pengum, men hóast hetta dámar teimum ikki okkum.

Hóast fleiri vilja vera við, at danir hava havt nógva gleði av føroyskari list, heldur Uffe Østergaard ikki, at so er, tá Jonas Kuld Rathje frá Aktuelt setir honum hendan spurningin.

? Tað eru nøkur, ið halda, at danir hava fingið nógva gleði av føroysku listini, men tað haldi eg ikki, sigur Uffe Østergaard avgjørdur.


Menningartarnað og evnaveik

Søren Mørch, lektari í søgu á Syddansk Universitet, heldur heldur ikki, at danir hava serliga áhuga fyri Føroyum. Hann sigur, at Føroyar liggja ógvuliga fjart í hugaheimi dana. Hann sigur, at um føroyingar ynskja at gerast sjálvstøðugir, må hvør einstakur bert ynskja teimum tillukku og vera fittur við teir.

Søgufrøðingurin heldur, at danir ikki taka oyggjarnar í ríkisfelagsskapinum í álvara, og at hetta vísir, at danir í veruleikanum als einki leggja í hesar oyggjar.

? Tóku vit Føroyar og føroyingar í álvara, skuldu vit jú lært føroyskt í skúlunum og farið við føroyingum, eins og vit fara við okkum sjálvum. Í veruleikanum fara vit við teimum, sum eru tey menningartarnað og evnaveik, tí menningartarnað, evnaveik og føroyingar sleppa jú undan herskyldu, sigur hann við Aktuelt.


Tættari samband við Grønland

Í greinini í Aktuelt vísir Uffe Østergaard á, at tað er av tilvild, at Føroyar eru komnar í ríkisfelagsskap við Danmark. Eisini vísir hann á, at bondini millum føroyingar og danir ikki eru serliga tøtt. Men harafturímóti heldur hann sambandið við Grønland, ið sum kunnugt eisini er við í ríkisfelagsskapinum, er nógv tættari.

? Vit hava eina sterkari kenslu av ábyrgd fyri grønlendingum enn føroyingum. Talan er um innfødd, og vit eru eisini fariun illa við teimum í sínari tíð, sigur hann.

Søgufrøðingurin sigur við Aktuelt, at hann heldur ikki, at danir fara at gráta nógv tár, um Føroyar einaferð fáa slitið seg heilt leysar frá Danmark. Heldur ikki heldur hann, at danir fara at sakna missin av oyggjunum, eins og teir sakna økið sunnanfyri markið millum Suðurjútland og Týskland.


Ynskja ikki samband

Uffe Østergaard heldur als ikki, at føroyingar ynskja eina loysn, ið liggur innanfyri ríkisfelagsskapin.

? Vit danir ganga og halda, at tey, ið fegin ynskja samband við Danmark - Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin - er tey, ið dáma væl danir. Men hetta er als ikki rætt. Allir føroyingar eru eins ivasamir mótivegis dønum, men tey eru nøkur, ið ynskja at gjalda fyri tað og nøkur, ið ikki ynskja at gjalda. Í veruleikanum eru tað sjálvstýrisfólkini, ið eru vinir okkara, mentanarliga sæð, eru tey samd um fjarstøðu frá Danmark.


Taka Hvítubók í álvara

Men tað eru ikki bert hvøss orð, ið fella um føroyingar, nú vit standa á gáttini til munandi broytingar í ríkisrættarligu skipan okkara. Í oddagreinini í danska blaðnum Politikken í gjár, verður heitt á donsku stjórnina um at taka Hvítubókina í rámasta álvara, og ikki vísa á, at hon er ábyrgdarleys, tá hugsað verður um nógvu praktisku og poltisku trupulleikarnar, ið bókin hevur hug til at leypa lættliga framvið.

Oddagreinaskrivarin heldur tað vera heilt klárt, at høvundarnir hava fingið til uppgávus at gera greitt, hvussu oyggjarnar kunnu gerast sjálvstøðugar, uttan at so nógv verður hugt at teimum trupulleikum, hetta fer at føra við sær fyrisitingarliga og fíggjarliga. Men tó verður dentur lagdur á, at tá ætlanir føroyinga klárt sýna, at føroyingar ynskja at klára seg sjálvar, eigur ætlanin at verða tikin í fullum álvara.