Orð og myndir:
Jan Müller
Í sambandi við aðalfundin hjá føroyska oljufelagnum ?Atlants Kolvetni? á Hotel Føroyum týsdagin helt Arvid Halvorsen, varastjóri í norska oljufelagnum Norsk Hydro fyrilestur um fyrireiking til oljuleiting og um arbeiðið hjá samtakinum ?The Faroes Partnership? við Føroyar.
Arvid Halvorsen vísti á, at samtakið er í ferð við at leggja seinastu hond á viðgerðina av kanningarúrslitum sínum á føroyska økinum, nú undan 1. útbjóðing. Komandi summar eru teirkomnir so mikið langt, at teir fara at velja út bestu teigarnar á føroyska økinum, sum samtakið fer at leggja seg eftir at bjóða uppá, tá og um hesir verða bodnir út um vónandi ikki so langa tíð.
Arvid Halvorsen peikaði út tey mest áhugaverdu økinum inni á føroyska landgrunninum og eru hesi fyri tað mesta nærhendis núverandi oljukeldunum á bretskum øki, tvs. í landssynningshorninum av føroyskum sjóøki. Hóast oljufeløgini í løtuni - soleiðis sum prísirnir eru á olju og orsakað av tjúkka basaltinum inni á landgrunninum - helst vilja fara undir leiting í teimum meira ?tryggu? økjunum út til markið, so vísa úrslitini við eitt nú tveybáta- seismikki, at tað eisini finnast spennandi øki inni á landgrunninum, har basaltið er tjúkt.
Mugu vága nakað
Hann vísti annars á týdningin tað hevur at vilja váða nakað. -Vit mugu hava tol, geva okkum góða tíð og vera tilreiðar at váða nakað, men tað hevur so eisini stóran týdning, at vit kunnu sleppa í gongd.
Hann legði so eisini fram eina tíðarætlan fyri komandi virksemið hjá samtakinum á føroyska landgrunninum, sum sjálvandi er tengd at, hvussu gongst við útbjóðingini frá føroyska síðu.
Verða fyrstu loyvini latin tíðliga eitt nú í apríl í ár 2000, so kann fyrsti brunnurin verða boraður á sumri ár 2001, eftir at fleiri kanningar og analysur er gjørdar fyri at finna besta staðið at seta borin í.
-Um so er, at eydnan eisini er við okkum, og olja verður funnin í hesi fyrstu boringini - kunnu teir fara undir sokallaða appraisal boring í august ár 2002. Hetta er boring, sum skal geva oljufeløgunum vissu fyri, at tann oljukeldan, ið funnin er, veruliga kann bera eina stóra íløgu. Og gongst sum ætlað kann verður vinnulig framleiðsla byrja ár 2005 ella 2006 tvs. bert 4-5 ár eftir, at oljan varð funnin. Hetta skal sjálvandi takast við fyrivarni, tí alt eftir umstøðunum kann tíðarskeiðið frá tú byrjar at bora og hevur funnið olju til framleiðsla verður sett í gongd taka upp til 5-10 og í einstøkum førum 20 árum. Men út frá royndunum vestan fyri Hetland, so eru oljufólk bjartskygd og halda, at tað nýtast ikki at ganga so mong ár frá einum oljufundi til framleiðslu.
Arvid Halvorsen legði annars stóran dent á, at oljufeløg sum teirra eru noydd til at tora at váða nakað og vísti til bretska orðatakið: ?Not taking risks may be the biggest risk of all? - Ikki at vilja váða nakað er kanska tann størsti vágin av øllum.
Hugaligt við prísvøkstrinum
Norski leitistjórin sigur annars við Sosialin, at tað er hugaligt, at prísurin nú er hækkaður aftur, og hann dylur ikki fyri, at hevði oljuprísurin verið verandi niðri á 9-10 dollarum fyri tunnuna, tá hevði tað verið ivasamt, um lønsemi fekst í íløgur á djúpum vatni so sum við Føroyar. Men fer prísurin at liggja millum 14,15 til 16 dollarar fyri tunnuna, so er hetta nóg mikið hjá teimum flestu oljufeløgum at kunna arbeiða og gera íløgur í økjum á djúpum vatni so sum Føroyum.
Arvid Halvorsen sigur, at fyri Norsk Hydro er tað føroyska økið framvegis áhugavert. Í mei og juni fara serfrøðingarnir hjá samtakinum at gera endaligu útrokningarnar og analysurnar fyri teir mest áhugaverdu teigarnar á føroyskum øki.
Hann sigur annars, at tað hevur stóran týdning fyri komandi leiting, hvussu skattapolitikkurin verður. Um so er, at prísurin aftur fer at liggja undir 10 dollarar, so er tað avgerandi, skal oljuídnaðurin ikki heilt steðga upp, at bæði føroyska, norska og bretska økið eru kappingarfør.
Nevndin afturvald
Fyrsti aðalfundurin hjá Atlants Kolvetni tók ikki meira enn ein góðan tíma. Nevndarformaðurin Kjartan Hoydal greiddi frá hesum fyrsta árinum og fegnaðist um, at tað hevði eydnast teimum at fáa eina avtalu við The Faroes Partnership samtakið. Hann vísit á, at tað nú verður bíðað eftir 1. útbjóðingini.
Størsti parturin av arbeiðsorku felagsins í 98 varð nýttur til at finna eitt oljusamtak, ið var sinnað at samstarva við Atlants Kolvetni eftir einum leisti, sum føroyska felagið kundi góðtaka. Tað vísti seg, at fleiri samtøk høvdu áhuga og fyri í hesum árinum kom nevndin til ta niðurstøðu, at The Faroes Partnership var tað samtakið, ið ynskiligt var at samstarva við í tí fyrsta føryska útbjóðingarumfarinum. Avtalan, sum er gjørd, gevur Atlants Kolvetni rætt at luttaka í samtakinum við einum lítlum ognarparti, sum seinni kann økjast.
Kjartan Hoydal greiddi annars frá, at virksemi hjá felagnum í 99 verður væntandi nakað størri enn í undanfarna ári. Trætan við bretar um undirgrundarmarkið verður væntandi loyst um stutta tíð, og við hesum kunnu føroysku myndugleikarnir byrja fyrsta føroyska útbjóðingarumfarið. Og fer føroyska oljufelagið at hava ein virknan leiklut í samtakinum í sambandi við at tilevna umsókn um leitiloyvi.
Tveir av nevndarlimunum í felagnum stóðu fyri afturvali og vórðu teir báðir afturvaldir. Nevndin í felagnum er sostatt tann sama. Kjartan Hoydal er nevndarformaður, og hinir nevndarlimirnir eru: Poul Mohr, Mortan Johannessen, Óli Hammer og Peter Even Djurhuus. Stjóri í felagnum er Wilhelm Petersen.