? Kenni tað ikki sum tað er mín grundlóg

? Vit eiga at ynskja dønum tillukku við at grundlógin er 150 ár, men eg kenni ikki grundlógina sum mína, tí hon er sett í gildi her, uttan at føroyingar vóru eftirspurdir, sigur Høgni Hoydal

? Hesin dagur er ikki øðrvísi fyri meg enn aðrir dagar eru. Danir hátíðarhalda teirra grundlógardag, og tí eiga vit at ynskja teimum tillukku við, men eg kenni tað ikki sum tað er mín grundlóg. Og orsøkin er, at hon er sett í gildi í Føroyum uttan at fólki her býr fekk høvið til at siga ja ella nei, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sambandi við at danska grundlógin, ella okkara grundlóg hevur 150 ára føðingardag í dag.

Hann vísir á, at av tí, at fólkið ongantíð er spurt, so kann ikki sigast at fólkatingið hevur fingið mandat frá føroyingum til at stýra, og mandati er grundleggjandi undir fólkaræðinum.

Tí vónar landsstýrismaðurin, at hetta fer at vera seinasti grundlógardagur undir heimastýrinum.

? Vit hava jú sett okkara egnu grundlógarnevnd at gera okkara egnu grundlóg, og eftir ætlanini skal arbeiði verða liðugt í seinasta lagið 1. juni næsta ár. Hóast lógin ikki er komin ígildi tá, kunnu vit vóna at hetta er seinasti grundlógardagur undir heimastýrisskipanini..


Stóran týdning

fyri Føroyar

Høgni Hoydal sigur, at eftir hansara meting, so hava flestu føroyingar tað sum hann - eiki serligt tilkýti til grundlógina.

? Tá ein grundlóg verður smíða, verða tær grundleggjandi fortreytirnar fyri fólkaræðinum settar. Hetta er ein stór prosess, sum alt samfelagið á ein ella annan hátt gerst partur av. Hesa prosess hava vit ikki verið ígjøgnum, og tí er grundlógin ikki nakað, sum knýtir okkum nærri at hvør øðrum, sigur Høgni Hoydal.

Men alt hetta kann broytast vð føroysku grundlógarnevndini og eini føroyskari grundlóg fyri Føroyar.

? Grundlógarnevndin er farin til arbeiðis, og ta prosessina, sum eg nevndi í áðni fara vit nústaðni ígjøgnum. Tað vil siga, at tann lógin kemur at verða karmur um føroyska samfelagið og seta okkara rættindir, sigur Høgni.

Og tað metir hann ikki danska lógin hevur gjørt hóast hon er lýst at galda fyri alt ríkið.


Tillukku Danmark

? Hóast hon ikki hevur stórvegis at siga fyri meg, annað enn at tað er ein hálvur frídagur, so eiga vit kortini at ynskja dønum tillukku við degnum og vóna at teir eisini fara at ynskja okkum tillukku, tá vit fáa eina grundlóg, sigur Høgni Hoydal at enda.