frá Politiets Judoklub. Hesin dysturin vardi allar 5 minuttirnar, uttan at nakar skoraði. Tó fekk Búgvi tríggjar revsingar fyri at gera ov lítið, meðan Lars fekk eina, so hóast Búgvi eina ferð mundi fingið [...] fyrsta sinni luttóku í hesari kapping. Signar gjørdist nr. 5 í vektbólkinum -66 kg, og tað má sigast at vera sera gott úrslit, tí um hann vann síðsta dystin, hevði hann fingið bronsu, men hóast tað ikki [...] Brian Rygaard, sum hevur vant judo í fleiri ár í Klaksvíkar Judofelag, býr nú í Vejen, har hann byrjaði at venja aftur. Hann royndi seg í tveimum dystum, men tapti báðar, hóast munurin ikki var so stórur. Silvur
liggur um eini 5000 fólk. Eisini er at fegnast um tað kveikjandi árin, ein slík vitjan gevur í einum sera virknum listarligum umhvørvi, sum møguleiki eisini verður at vitja. Archibald Black er bóndi og [...] Ilt er hjá honum at krógva gerandisdagin úti í náttúruni saman seyðunum og tí, sum gløgga eyga hansara fellur á. Magna Auðunsson er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hennara frítíðarítriv at mála hevur seinnu [...] listafólk úr Klaksvík. Norrøna Felagið í Norrkøping skipar fyri ²føroyingakvøldi², har høvi verður at kunna um mentanar- og vinnulívið í Klaksvík og Føroyum annars.
saman við góðum úrslitum farnu endaspøl ger tað, at Kekkia fór seks pláss fram og nú liggur sum nummar 2 í heiminum. Tað nýtist neyvan at verða sagt, at Føroyar í oktober mánaði fáa ein sera truplan dyst [...] er bert 9 pláss aftanfyri okkum, Luxembourg 15 og Liechtenstein 18. Tað ger góðan mun hjá Andorra, at teir eru farnir heili sjey pláss fram á styrkislistanum, men hjá teimum er framvegis fittur teinur [...] frammanfyri Finland. Danmark er nummar 16, Svøríki nummar 15 og Noreg nummar 9. Og so kann skoytast uppí, at á aftasta plássinum liggur Monserrat.
eitt TB-høvd bóltin í egið mál. Hóast Skálamenn gjørdu alt teir vóru mentir fyri at fáa eitt mál afturat, kláraðu teir ikki at leggja trýsta á TB-verjuna. Nógva spælið gekk fyri seg á miðvøllinum, og ofta [...] Hallur Christiansen fekk ein bólt inn um verjuna, fór fram við málverjanum, vendi sær eina ferð aftur at, og sendi so bóltin í málið. Tá góður tími var spældu minkaði Skála. Bólturin var sendur innfyri TB-málið [...] var ferðin undir vanligt 2. deildarstøðið. TB staðfesti sigurin, tá okkurt um 10 minuttir vóru eftir at spæla. Dan Mortensen fór fram við tveimum á heimaliðnum, áðrenn hann setti málverjan út av spælinum
bróstinum hongur tann myndin av tær sum eg minnist og goymi at hjartað nær. Við »Sjóstjørnuni« tit úteftir vánni hildu skipið til Íslands at sigla tit vildu ei vit kenna Harrans leiðir ynski so Hann sínar [...] farvæl segði stríddist hann á havinum alt sítt lív heima bíðaði bæði børn og vív leiddi meg pápin oman at siga farvæl tólv ára gomul - eg minnist tað so væl. Teskaði mær í oyra - komi skjótt aftur til tín [...] fekk ein koss síggi teir fara vestur um Bøsdalafoss hondin, ið meg leiddi eg ei meira kann ná leingist at síggja títt smíl og tín kærleika fá. Ynski so tú leiðir meg ta lívsfríska vár sorgin hon nívir og úr
veruligu handlingina goymir seg eitt vanligt forstáilsi fyri treytunum, ið settar verða til at vera menniskja - at gerast vaksin. Niðanfyri prenta vit brot úr nøkrum av donsku bløðunum, ið hava skrivað um [...] in, Nils Malmros eisini nógv rós fyri tulkingina av skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og fyri at hava skerpað handlingina. Nils Malmros hevur latið sorinskrivaranum fáa størri týdning, og hann hevur [...] teimum donsku leikstjórunum, sum hevur gjørt um seg uttanlands eisini. Við filmum sínum hevur hann roynt at lýst trupulleikar hjá børnum og ungum á ein serligan persónligan og originalan hátt. í 1968 byrjaði
ivaleyst í Havn, har bæði menninir og kvinnurnar hjá Kyndil og StÍF fara at spæla týðandi dystir. Hjá monnum snýr dysturin seg um at halda fram í hølunum á VÍF, sum er oddalið, og tykist hava yvirkomiligan [...] ingini í 1. deild hjá monnum og kvinnum. Tá verður fyrra hálva av kappingini liðug, og so er klárt at fara undir nógv meiri spennandi seinnu hálvu av kappingini, tá avgerandir dystirnir fram móti FM-gullinum [...] ð. StÍF og Kyndil eru saman við H71 nærmastu kappingarneytar hjá VÍF, men tað tykist verða greitt, at skal nakar spenningur koma í oddin, so má eitt av teimum trimum liðunum, og ikki framhaldandi øll,
so nógv um munin, at seinasti parturin av dystinum gjørdist als ikki spennandi. ? Tað gjørdi góðan mun at Johnny Joensen kom inn á liðið hjá okkum stutt inn í seinna hálvleik og fór at mansverja Hans G [...] partinum av dystinum, men tá ferð kom á gestirnar úr Vestmanna eftir hálvleikssteðgin, kláraði H71 ikki at fylgja við. H71 royndi seg við somu snildum, sum tá teir vunnu á VÍF í Vestmanna fyrr í ár, men mansverjan [...] mál sum hann sjáldan ger, og sum heild gekst betur við spælinum, tá VÍF spældi 5 móti 5. ? Eg haldi at vit orkaðu betur, og tá vit so fingu vent gongdini í seinna hálvleiki, gekk tað uppá stás, sigur Ingi
eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa. Virkið hjá Bakkafrosti fer at hava opið hús og bjóða gestum inn at síggja virkið. Rundvísing verður á framleiðsluvirkinum, har Regin [...] Rundvísingarnar eru millum klokkan 11 og 14. Harumframt verða smakkiroyndir at fáa í kantinuni, og Magni Christiansen fer at syngja. Sum nakað nýtt verða listaframsýning og framførsla í gamla íshúsinum
ganga væl. So mikið væl, at 28 smáleikir eru skrivaðir, og eftir er bert at fínpussa, seta á pall og kanska sálda frá. Og tískil gera leikarar hesa løtuna seg til reiðar at fara á G!, tí tað kunnu [...] væl á leið. Evnini, ið vit taka upp eru t.d. politikkur og mentan, og slíkt, sum vit halda vert er at kjakast um, siga kabarettfólkini. – Kenslulig evni verða eisini tikin upp. Vit tora betri nú, og [...] virkandi toymi, siga kabarettfólkini. Katrin Joensen-Næs er leikstjóri og leikari, og hon sigur, at í stóran mun er talan um klassiska uppseting. Tónleikarar eru, eins og í fjør, Kristian Pauli Ellefsen