Niels Juul Haraldsen, Miðvági, minningarorð

Minni um pápa mín, ið fórst við »Sjóstjørnuni« 11. februar 1973

Fjórðingaøld er liðin - vestur í havið legði

úr Miðvági »Sjóstjørnan« og manning farvæl segði

stríddist hann á havinum alt sítt lív

heima bíðaði bæði børn og vív

leiddi meg pápin oman at siga farvæl

tólv ára gomul - eg minnist tað so væl.


Teskaði mær í oyra - komi skjótt aftur til tín

stóra og máttmikla havið teg tók til sín

kíndi mítt hár og á hvønn kjálka eg fekk ein koss

síggi teir fara vestur um Bøsdalafoss

hondin, ið meg leiddi eg ei meira kann ná

leingist at síggja títt smíl og tín kærleika fá.


Ynski so tú leiðir meg ta lívsfríska vár

sorgin hon nívir og úr eygum renna mong tár

eg veit tú nú í himmiríkið býr

myndin av tær hon er mær so dýr

á bróstinum hongur tann myndin av tær

sum eg minnist og goymi at hjartað nær.


Við »Sjóstjørnuni« tit úteftir vánni hildu

skipið til Íslands at sigla tit vildu

ei vit kenna Harrans leiðir

ynski so Hann sínar náðiveingir breiðir

minnini um teg og teir, ið við tær vóru

sorgarboð til Miðvágs bygd og heimini bóru.


Minnist tú kom aftur av langari ferð

dukkan tú gav mær hon var mín verð

barnasálin hin bjarta tú í eygunum sá

unga bankandi hjarta í tínum fangi lá

kærleiki tín gav mær megi og mátt

tí svav eg so trygt hvørja einastu nátt.


Rætti mína hond fram at tær

merki tú er mær enn so nær

koma vit einaferð heim til tín

bróður og eg og móðir mín

siti og hugsi um teg og meg

fekk eg sagt, hvussu høgt eg elski teg.


Dóttir tín