Archibald, Magna og Pætur til Norrkøping

Í næstu viku letur listaframsýning upp í Norrkøping við verkum eftir Archibald Black og Magnu Auðunsson. Pætur við Keldu spælir, tá ið framsýningin letur upp

Sum liður í vinarbýarsambandi við Norrkøping, er fingin í lag áhugaverd listaframsýning á Ríkisbókasavninum í Norrkøping.

Ferðin er eisini komin í lag við hollum stuðli frá vinnulívinum í Klaksvík og úr meginøkinum annars. Framsýningin letur upp 22. apríl og verður opin 14 dagar fram.

Talan er um tey bæði Archibald Black og Magnu Auðunsson, sum skulu sýna fram á hesum kenda stað, har dagligi fólkasteymurin liggur um eini 5000 fólk. Eisini er at fegnast um tað kveikjandi árin, ein slík vitjan gevur í einum sera virknum listarligum umhvørvi, sum møguleiki eisini verður at vitja.

Archibald Black er bóndi og útbúgvin húsasmiður. Tó hevur pensulin, saksurin og blýanturin seinnu árini fingið størri leiklut. Úrslitið sæst í hugtakandi margfaldum listagreinum. Ilt er hjá honum at krógva gerandisdagin úti í náttúruni saman seyðunum og tí, sum gløgga eyga hansara fellur á.

Magna Auðunsson er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hennara frítíðarítriv ­ at mála ­ hevur seinnu árini tikið hana av fótum og ment hana munandi, so hon í dag er sera virkin og væl umtókt. Magna málar landslagsmyndir við olju- og blýantsfarvum, har mótsetningar í ljós- og litspæli greiða frá einum ljósum sinni.

Pætur við Keldu verður eisini við í ferðini og skal spæla flygel, tá ið framsýningin letur upp, og eisini við onnur konsert-høvi sum solistur. Pætur hevur sum kunnugt givið út tvær fløgur; har hann á teirri seinnu einsamallur gjørdi øll løgini, eins og hann spældi øll ljóðførini.

Talan er sostatt um trý á hvør sínum øki sera dugnalig sjálvlærd listafólk úr Klaksvík.

Norrøna Felagið í Norrkøping skipar fyri ²føroyingakvøldi², har høvi verður at kunna um mentanar- og vinnulívið í Klaksvík og Føroyum annars.