Føroyar trý pláss aftur á FIFA-styrkislistanum

Fótbóltur: Aðrar smátjóðir í Europa eru um at fáa Føroyar aftur á styrkislistanum

Føroyar eru farnar trý pláss aftur á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, og munurin millum okkum og hinar smáu fótbóltstjóðirnar í Europa minkar.

Malta, Luxembourg, Liechtenstein og Andorra eru øll farin fleiri pláss fram, og knappliga tykist okkara støða, sum tað sterkasta landi av teimum smáu, ikki so trygg, sum hon hevur verið.

Bæði hesaferð og á seinasta styrkislistanum í síðsta mánaði gingið Føroyar aftur, men vit eru framvegis 15 pláss frammanfyri okkara støðu við árslok í fjør.

Føroyar liggja nú sum nummar 110 av 202 londum. Malta er bert 9 pláss aftanfyri okkum, Luxembourg 15 og Liechtenstein 18.

Tað ger góðan mun hjá Andorra, at teir eru farnir heili sjey pláss fram á styrkislistanum, men hjá teimum er framvegis fittur teinur upp til føroyska liðið. Andorra liggur sum nummar 148.


Kekkia í toppinum

Í toppinum hevur Kekkia rættiliga gjørt bart. Tað er sjáldan nakar fær gjørt nakað við brasilianska liðið, sum vanliga er parkerað á fremsta plássinum, men nú hevur Kekkia tikið næstfremsta plássið frá heimsmeistarunum úr Fraklandi.

Kekkia, sum er í bólki saman við Føroyum, hevur vunnið allar sínar dystir í EM-undankappingini, og saman við góðum úrslitum farnu endaspøl ger tað, at Kekkia fór seks pláss fram og nú liggur sum nummar 2 í heiminum.

Tað nýtist neyvan at verða sagt, at Føroyar í oktober mánaði fáa ein sera truplan dyst í Prag.

Okkara brøður í Íslandi liggja sum nummar 49, og teir eru í løtuni 9 pláss frammanfyri Finland. Danmark er nummar 16, Svøríki nummar 15 og Noreg nummar 9.

Og so kann skoytast uppí, at á aftasta plássinum liggur Monserrat.