Juli hálvrunnin, og tá vit løgdu leiðina inn gjøgnum bakdyrnar í Sjónleikar húsinum í Havn, sita fólkini, ið gera og spæla ársins ólavsøkukabarett, í friði og slappa av.
Fyrireikingarnar ganga væl. So mikið væl, at 28 smáleikir eru skrivaðir, og eftir er bert at fínpussa, seta á pall og kanska sálda frá. Og tískil gera leikarar hesa løtuna seg til reiðar at fara á G!, tí tað kunnu tey saktans loyva sær, men tá mánadagur aftur er, gerst Sjónleikar húsið aftur teirra næsta heim.
Tora
– Tað hevur gingið væl, og vit eru komin væl á leið. Evnini, ið vit taka upp eru t.d. politikkur og mentan, og slíkt, sum vit halda vert er at kjakast um, siga kabarettfólkini.
– Kenslulig evni verða eisini tikin upp. Vit tora betri nú, og talan er um roynd fólk og eitt væl virkandi toymi, siga kabarettfólkini.
Katrin Joensen-Næs er leikstjóri og leikari, og hon sigur, at í stóran mun er talan um klassiska uppseting.
Tónleikarar eru, eins og í fjør, Kristian Pauli Ellefsen og Vinjar
Egilsnes Petersen, og tað fegnast leikararnir um.
– Teir eru partur av toyminum, við í skapandi tilgongdini, og samstarvið riggar stak væl.
Tey somu
Talan er stórt sæð um sama hóp, sum tók sær av kabarettini í fjør. Tá var Katrin JoensenNæs eisini leikstjóri.
– Hetta er ein hópur, ið riggar, eru leikararnir samdir um.
Ólavsøkukabarettin 2022 hevur frumsýning tann 27. Juli.
Leikarar eru:
Katrin Joensen-Næs,leikari og leikstjóri
Bjørk Búadóttir Tórgarð
Edvin Niclasen
Elias Magnussen
Johanna Roos Slættanes
Tónleikarar:
Kristian Pauli Ellefsen Vinjar Egilsnes Petersen
Ljós:
Turpin Dhurhuus