Tríggir føroyingar luttóku leygardagin í kappingini um Danmarksmeistaraheitið í judo.
Búgvi Poulsen, sum seinasta ár gjørdist nr. 1 í vektbólkinum -81 kg, skuldi verja sítt pláss, meðan Signar Langgaard og Brian Rygaard á fyrsta sinni luttóku í hesari kapping.
Signar gjørdist nr. 5 í vektbólkinum -66 kg, og tað má sigast at vera
sera gott úrslit, tí um hann vann síðsta dystin, hevði hann fingið bronsu, men hóast tað ikki var stórur munur, so tapti hann hendan dystin.
Brian Rygaard, sum hevur vant judo í fleiri ár í Klaksvíkar Judofelag, býr nú í Vejen, har hann byrjaði at venja aftur. Hann royndi seg í tveimum dystum, men tapti báðar, hóast munurin ikki var so stórur.
Silvur
Búgvi Poulsen skuldi sum sagt verja sítt gullmerki frá í fjør.
Nakrir og 20 leikarar vóru í bólkinum -81 kg, so hetta var ein stórur bólkur.
Fyrsta dystin vann Búgvi á einum, sum eitur Jan frá Gladsaxe, og hesin dysturin var ikki meira enn 44 sekund gamal, tá Búgvi kastaði hann til Ippon.
Næsti dysturin vardi í 45 sekund, og tá fekk Búgvi kasta Kasper frá Politiets Judoklub, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so vardi triði dysturin hjá Búgva 46 sekund, tá John frá Politiets Judoklub mátti lúta eftir eina strangulering.
Finalan var móti Lars Mågaard frá Politiets Judoklub. Hesin dysturin vardi allar 5 minuttirnar, uttan at nakar skoraði.
Tó fekk Búgvi tríggjar revsingar fyri at gera ov lítið, meðan Lars fekk eina, so hóast Búgvi eina ferð mundi fingið kasta Lars, so gjørdist Búgvi ov stuttur í hesari finaluni og mátti sostatt taka til takkar við silvurmerkinum.
Sosialurin ynskir Búgva hjartaliga tillukku við hesum megnar úrsliti.